Atlantic Airways fingið enn eina viðurkenning

Í sambandi við handanir av Danish Travel Award-virðislønum í Cirkusbygninginum í Keypmannahavn fyrr í vikuni fekk Atlantic Airways heiðurin at gerast næstbesta evropeiska flogfelagið. Vinnari gjørdist Sun-Air, og á triðja plássi endaði Sviss

Tilsamans 19 heiðurslønir vórðu handaðar á samkomuni, har 350 gestir vóru savnaðir. Greiningarfyritøkan You Govs, sum hevur 1.400 limir í sínum paneli, og starvsfólk í donsku ferðavinnuni útnevna vinnararnar.

Hetta er 17. ferðin, at Danish Travel Award letur fyritøkum í ferðavinnuni heiðurslønir, og hetta er onnur heiðurslønin, sum Atlantic Airways vinnur í ár. Í september fekk felagið bronsumerki sum Airline of the Year 2012 frá European Regions Airlne Association í Dublin.

Eisini Smyril Line stóð seg væl á Danish Travel Award hesaferð. Felagið gjørdist nr. 3 millum reiðaríini, sum sigla við ferðafólki millum Danmark og útlond. DFDS Seaways vann, og Stena Line gjørdist nr. 2.