Atlantic Airways gott úrslit triðja ársfjórðing

Úrslitið fyri skatt hjá Atlantic Airways triðja ársfjórðing í 2012 var 18,1 mió.kr. samanborið við 17,9 mió. kr. í 2011. Úrslitið fyrstu níggju mánaðirnar var 19,8 mió. kr. samanborið við 27,4 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Tað boðar Atlantic Airways frá.

Úrslitið triðja ársfjórðing var eitt vet betri enn í fjør, hóast avlýsingar kostaðu nógv. Úrslitið fyrstu níggju mánaðirnar var lakari, serliga orsakað av høgum fíggjarkostnaðum í sambandi við, at Airbus 319-flogfarið kom í flotan, hægri oljuprísum og minni leiguflúgving í Evropa fyrra hálvár.

“Úrslitið triðja ársfjórðing er nøktandi. Grundraksturin øktist 24 prosent, úr 29,7 mió. kr. í fjør upp í 36, 8 mió. kr. í ár. Fleiri ferðaðust við rutflogførunum, fitt av leiguflúgving var suðureftir úr Danmark, og tyrludeildin hevur havt úr at gera,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Triði ársfjórðingur var eisini serligur á tann hátt, at Atlantic Airways í september fekk bronsumerki sum ársins flogfelag á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin. Felagið kann næsta árið marknaðarføra seg undir heitinum ársins flogfelag.

”Øll í felagnum eru errin av virðislønini, sum felagið fekk fyri at veita Føroyum dygga tænastu og taka í nýtslu slóðbrótandi navigatiónstøkni á Airbus-flogfarinum,” sigur Magni Arge. "Vit vilja fegin takka øllum okkara viðskiftafólkum fyri teirra lut í, at vit fingu virðislønina, og hava tí í dag boðið til sølu 1.000 einvegis ferðaseðlar fyri 695 krónur við avgjøldum."

Atlantic Airways væntar, at fjórði ársfjórðingur verður nøktandi, m.a. tí flúgving enn er í sambandi við oljuleitingar bæði við flogførum og tyrlum, og tí serlig søluátøk viðvíkjandi ferðing í vetur hava vaksið um ferðsluna. Hækkandi oljuprísir og ólag vegna veður kunnu ávirka úrslitið, men felagið væntar framhaldandi eitt úrslit í 2012, sum liggur millum 12-18 mió. kr. eftir skatt.