Atlantic Airways til Sardinia í mars

Tað var miðjarahavsoyggin Sardinia, sum vann atkvøðugreiðsluna um at gerast komandi ferðamálið hjá Atlantic Airways.

Allan Skaalum, marknaðarleiðari á Atlantic Airways, váttar, at felagið fer at flúgva til Sardinia í vár.

- Tá samanum kom, gjørdist tað ein greiður sigur til Sardinia, sigur Allan Skaalum, sum sjálvur hevði væntað, at Malaga ella Nice fóru at enda á ovastu rók.

 

Allan Skaalum sigur, at 4.525 fólk nýttu høvi at atkvøða um komandi ferðamálið hjá Atlantsflog. Lutakast varð drigið millum tey, sum høvdu atkvøtt fyri vinnaranum, sum fekk tveir ferðaseðlar til nýggja ferðamálið.

- Hann sat vist og át morgunmat, júst tá vit ringdu, og gjørdist sum vera man ómetaliga glaður um boðini.

 

Enn er ikki heilt greitt nær flúgvingin til Sardinia byrjar, ella hvønn flogvøll á Sardinia flogið verður til, men mest sannlíkt er, at talan verður um fyrst í mars mánaði komandi ár.

- Sólarmyrkingin og páskaflúgvingin leggja stórt trýst á flotan hjá okkum frá miðjum mars og til eftir páskaferiuna, so tá verður torført at fáa pláss fyri ferðing til Sardinia eisini. Tískil er mest sannlíkt, at talan verður um tíðliga í mars mánaði, at vit flúgva til Sardinia, sigur Allan Skaalum.

 

Ætlanin er, at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak, har ferðafólk sleppa at velja eitt ferðamál um várið og eitt um heystið. Talan er einans um nakrar fáar túrar til hvørt ferðamál.

 

 

Soleiðis lýsti Atlantic Airways Sardinia í atkvøðugreiðsluni:

Sardinia liggur í ein beinan sunnan úr kendu fronsku oyggini Korsika. Sardinia er næst stórsta oyggj í Miðalhavinum og er um somu stødd sum Jylland. Har eru grøn fjøll, klárt vatn, hvít forberg og yvir 4000 ára gamla  mentan.

 

Sardinia er eitt vælumtøkt stað hjá italienarum at ferðast. Har ber til at uppliva eina meira “ekslusiva“ síðu av Miðalhavs ferðamálunum, sum ikki líkist hinum. Tær vøkru strendurnar og klára vatnið finst ikki vakrari  aðrastaðni í Evropa.

 

Flogtíðin úr Vágum beinleiðis til Sardinia er uml. 3 tímar 40 minuttir.