Atlantic er flúgvandi

Grundraksturin hjá Atlantic Airways var 12 milliónir krónur betri fyrstu 9 mánaðirnar í ár sammett við 2007 Føroyska flogfelagið hevur júst kunngjørt roknskapin fyri triðja ársfjórðing, og hesin vísir eitt eitt yvirskot á 14 milliónir krónur.

Í fjør var yvirskotið 29 milliónir, men í hesum var íroknað virðisjavnan av partabrøvum, og tann javnanin hevur vent skeiva vegin í ár.

Sonevnda EBITDA úrslitið, sum er úrslitið av sjálvum rakstrinum, var fyrstu níggju mánaðirnar í ár 73 milliónir, og tað eru 12 milliónir fleiri enn í fjør.

Í fráboðanini til marknaðin sigur felagið, at samlaðu operatiónirnar eru øktar 30%.

Ikki minst var talan um stóran vøkstur innan charter-flúgving, har Atlantic Airways hevur fingið ein sáttmála við SAS.

Samlaði javnin í roknskapinum er 448 milliónir, og er eginpeningurin 224 milliónir krónur.