Norrøna kemur ikki til Føroya fyrr enn mikukvøldið ella hóskvøldið orsaka av maskinskaða. Norrøna er farin í dokk í Landskrona.
Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line sigur við Kringvarpið, at tað eru 400 ferðafólk, sum hava fingið ferðina avlýsta orsaka av skaðanum, meðan 200 ferðafólk eru umborð nú Norrøna hevur lagt at í Landskrona. Í tí sambandi hevur Smyril Line verið í sambandi við Atlantic Airways, sum hevur sett eyka flogfar inn so, at ferðafólk umborð á Norrønu sleppa heim til Føroya fyrrapart í morgin, um tey ynskja tað.
Maksinskaðin hevur stóra ávirkan á Smyril Line, og stjórin væntar, at tað fer at kosta felagnum fleiri milliónir. - Pengar eru eitt, men vit eru ógvuliga hørm um tað ávirkan tað hevur havt á ferðafólk og fraktkundar, sigur Rúni Vang Poulsen við Kringvarpið.