Atlantic Petroleum í fríum falli

Virðið á partabrøvum í Atlantic Petroleum fellur skjótari enn steinur av himli omaná vánaliga úrslitið, ið varð kunngjørt fríggjamorgunin. Virðið er fallið 32 prosent síðan tá

Tað gongur av skriðuni hjá føroyska olju- og gassfelagnum Atlantic Petroleum.

Olju- og gassfelagið Atlantic Petroleum kundi í 2008 fyri fyrstu ferð vísa á vinning av sølu. Tær 43,3 milliónirnar, teir fingu inn fyri sølu, vóru tó langt frá nokk til at fáa botnlinjuna hjá felagnum at fara á pluss, og tilsamans kundi felagið vísa á eitt undirskot áðrenn skatt á 145,4 milliónir krónur, ið næstan er tvífalt so stórt sum árið fyri, tá talan var um eitt undirskot á 76,1 milliónir krónur fyri skatt.

Tá Atlantic Petroleum kunngjørdi ársroknskapin, vísti tað seg eisini at væl varð skarvað av eginpeninginum, sum fall frá 227,2 milliónum niður í 166,8 milliónir krónur. Samstundis vaks skuldin úr 68,7 milliónum krónum upp til 357,4 milliónir krónur.

Hesi vána úrslit verða sjálvsagt eisini revsaði á virðisbrævamarknaðinum. Síðan fríggjamorgunin, tá úrslitið varð kunngjørt, er virðið á partabrøvum í Atlantic Petroleum farið 32 prosent eftir reyv, og tá er fallið bert góð trý prosent í dag.

Fyri árið 2009 væntar felagið eitt rakstrarúrslit á 20 til 25 milliónir krónur áðrenn frádráttir av miseydnaðum royndarboringum.

Virðið á partabrævinum er í skrivandi stund 272 krónur, ið er næstan ein tíggjundapart av tí, partabrævið kostaði, tá tað kostaði mest í november 2007, tá tað kostaði 2415 krónur fyri partabrævið.