Ettrick-leiðin hjá Atlantic Petroleum byrjað at framleiða, og er samlaða framleiðslan sostatt økt munandi. Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum kann nú fegnast um, at enn ein av teirra oljuleiðum er farin í framleiðslu. Frammanundan vinnur felagið olju úr Chestnut leiðini, men við framleiðslu frá enn einari leið, Ettrick leiðini, hevur felagið rokkið enn einum máli, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Báðar tær framleiðandi leiðirnar liggja í enska partinum av Norðsjónum.
-Vit eru sera fegin um, at framleiðslan úr Ettrick-leiðini nú er byrjað. Saman við Chestnut hava vit nú tvær framleiðandi oljuleiðir, sum geva eina týðandi inntøku til felagið. Við hesum hava vit eitt sera gott støði at byggja okkara víðari vøkstur á. Vit fara at miðja ímóti at leggja virðir afturat Ettrick-leiðini við at optimera framleiðsluna, áðrenn fleiri útbyggingarbrunnar verða boraðir, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.
Hann leggur afturat, at harafturat verður kannað nærri, um Blackbird-leiðin, ið liggur skamt frá Ettrick, kann útbyggjast og fara í framleiðslu. Blackbird-leiðin varð funnin í 2008. Eisini verður møgulleikin kannaður at knýta aðrar minni leiðir í økinum uppí Ettrick.
Ettrick oljuleiðin fer væntandi at framleiða 1.650 tunnur av olju um dagin til Atlantic Petroleum. Atlantic Petroleum hevur ognarpartar í 16 ymiskum oljuleiðum í Norður Evropa.