Frá í dag er føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum við í íslendska vísitalinum, OMXI6, sum er listin yvir seks tey mest handlaðu virðisbrøvini á íslendska marknaðinum.
Atlantic Petroleum kemur inn fyri felagið Alfesca hf., sum er tikið úr vísitalinum, tí tað er yvirtikið av einum konsortium.
Soleiðis eru nú tvey føroysk feløg við í »tí fína bólkinum«, tí umframt Atlantic Petroleum er eisini Føroya Banki við.
Íslendska vísitalið OMXI6 umfatar nú fylgjandi feløg:
Atlantic Petroleum P/F
Bakkavör Group hf.
Føroya Banki P/F
Icelandair Group hf.
Marel Food Systems hf.
Össur hf.