Atlantic Petroleum verður skrásett á VMF og ICEX

Tíðindaskriv

Mikudagin 15 juni 2005 verður P/F Atlantic Petroleum skrásett á Íslendska virðisbrævamarknaðinum (ICEX) og harvið á Virðisbrævamarknaði Føroya (VMF) Atlantic Petroleum verður fyrsta føroyska partafelagið sum verður skrásett á einum virðisbrævamarknaði.
Mikudagin 15. Juni 2005 fara umboð fyri P/F Atlantic Petroleum og Íslendska Virðisbrævamarknaðin ICEX at undirskriva sáttmála um, at partabrøvini í Atlantic Petroleum kunnu keyp-ast og seljast á virðisbrævamarknaðinum.
Hetta merkir, at teir umleið 3000 føroysku og útlendsku partabrævaeigarnir í Atlantic Petroleum nú smidligari kunnu keypa og selja síni partabrøv í felagnum, og ikki minst síggja hvat virði tey hava.
Slóðbrótandi felag
Atlantic Petroleum er slóðbrótandi, nú tað verður skrásett á ICEX. Felagið er nevniliga fyrsta føroyska partafelagið, sum verður skrásett á einum keypsskála, og fyrsta oljufelagið í kongaríkinum sum verður skrásett. Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum, sigur "Hetta er ein verkætlan vit nú hava arbeitt við leingi. Nú komið er undir land, verður meiri orka løgd í at náa øðrum settum málum, og verður skrásetingin eitt nýtt amboð ið skal nýtast í hesum sambandi. Skrásetingin fer m.a. at gera tað smidligari at økja um virksemi felagsins við tað, at atgongd til váðafúsan kapital gerst lættari."
Atlantic Petroleum er samstundis fyrsta ikki-íslendska felagið, sum verður skrásett á ICEX, so eisini í hesum sambandi slóðar Atlantic Petroleum fyri.
Hví skrásetast á einum virðisbrævamarknaði
Ætlanin var frá byrjan, at felagið einaferð í framtíðini skuldi skrásetast á einum virðisbrævamarknaði. Eftir at samstarvsavtalan millum VMF og ICEX varð undirskrivað, metti leiðslan í Atlantic Petroleum, at tíðin var búgvin at skráseta Atlantic Petroleum á marknaðinum.
Felagið sær fleiri fyrimunir við at vera skrásett á einum virðisbrævamarknaði. Atlantic Petroleum luttekur í dag í fleiri leiti- og útbyggingar loyvum í føroyskum og bretskum øki, og stórar ætlanir liggja fyri framman. Hetta krevur kapital, og møguleikin at fáa til vega váðafúsan kapital umvegis ein virðisbrævamarknað er munandi betur, samanborið við eitt ikki skrásett felag. Orsøkin er, at karmarnir á einum virðisbrævamarknaði eru fastir og væl skipaðir, og virkar marknaðurin sum ein sýnisgluggi fyri eitt felag sum Atlantic Petroleum. Harafturat verður felagið eisini sjónligari fyri áhugaðar íleggjarar.
Økt krøv til felagið um kunning
Nógv orka hevur verið løgd í at gera Atlantic Petroleum búgvið at verða skrásett á marknaðinum. Sera strong krøv verða sett til tað kunning, ið verður latin frá einum skrásettum felagi.
Í høvuðsheitum snúgva kunningarkrøvini seg um, at allir íleggjarar skula hava eins treytir, og at tað skal vera fult gjøgnumskygni á marknaðinum. Hesi krøv skulu virka til frama fyri, at allir íleggjarar kunnu kenna seg tryggar við at gera íløgur í Atlantic Petroleum.
At allir íleggjarar skulu hava eins treytir merkir, at týðandi vitan um felagið skal fráboðast øllum íleggjarum samstundis, og at persónar sum hava meira vitan um felagið (innanvitan) ikki mugu misnýta hesa innanvitan. Hetta krav, umframt onnur, hevur Atlantic Petroleum tikið til sín, og stórur dentur verður lagdur á at fylgja hesum. Tískil verða allar fráboðanir frá felagnum í framtíðini fyrst sendar til virðisbrævamarknaðin, sum síðani kunngerð hesar, umvegis teirra kunngerðarskipan. Hetta verður gjørt áðrenn onnur fáa vitanina. Talan kann verða um fráboðanir um fíggjarligu gongdina hjá felagnum, ætlanir og vónir um framtíðina, og annars vitan av einhvørjum slag, sum kann roknast við at hava týdning fyri prísin á partabrøvunum.
Omanfyri nevnda merkir eisini, at áherðsla er løgd á tagnarskylduna hjá persónum, ið eru knýtt at Atlantic Petroleum.
Hvussu kunnu íleggjarar fylgja við felagum og partabrøvunum
Allar fráboðanir frá felagnum verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá ICEX (www.icex.is) umframt á føroysku heimasíðuni hjá Virðisbrævamarknaði Føroya (www.vmf.fo) eins og tað leypandi er møguligt at fylgja við prísgongdini á partabrøvunum.
Møguleiki er eisini at kunna seg um felagið á heimasíðuni www.petroleum.fo har øll tíðindaskriv frá felagnum v.m. verða almannakunngjørd eftir at ICEX hevur kunngjørt tey. Eisini kanst tú fylgja prísgongdini á heimasíðuni.
Í sambandi við, at felagið verður skrásett, er gjørt eitt sokallað prospekt sum gjølla lýsir felagið. Prospektið er tøkt á heimasíðuni www.petroleum.fo. leygardagin 11. juni
Keyp og søla av partabrøvum fer fram við at venda sær til Kaupthing Virðirbrævameklarafelag og føroysku peningastovnarnar.
Um Atlantic Petroelum
P/F Atlantic Petroleum hevur heimstað í Tórshavn. Partapeningurin er í løtuni áleið 74 million krónur. Meginparturin av teimum 3000 partaeigarunum er føroyskar fyritøkur og privatpersónar. Aktiv felagsins høvdu 31. mars 2005 eitt virði uppá 111 milliónir krónur.
Atlantic Petroleum luttekur í leiti- og útbyggingar loyvum í Føroyum og Bretlandi.