Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, og fyrsta flogfelagið í Norðurlondum, er Atlantsflog nú vorðin ein partur av Sólblómuskipanini. Tað merkir, at nú kann flogfelagið bjóða teimum, ið hava tørv á tí, eitt Sólblómubandið, tá tey skulu ferðast.
Sólblómubandið er ein skipan, sum varð sett á stovn í 2016, tá ið flogvøllurin í Gatwick í London setti sær fyri at geva ferðafólkum við ósjónligum brekum eina betri og trygga ferð.
Sostatt var spurningurin hvussu tað ósjónliga kundi verða sjónligt og tí kom skipanin við Sólblómubandinum, sum er eitt grønt ban við eini einfaldari sólblómu á grønari bakgrund. Við Sólblómubandinum, verður tað ósjónliga brekið sjónligt, og samstundis vísir tað, bæði á flogvøllinum, og á sjálvari ferðini, at her er talan um ferðafólk, sum kanska hava brúk fyri hjálp, ella at starvsfólk hava serliga gott tol við teimum, og serliga góða tíð til tey.
- Fyrst og fremst er endamálið við Sólblómubandinum, at tað skal lætta um ferðina hjá teimum, ið hava eitt ósjónligt brek. Og nú síggja starvsfólk hjá Atlantsflogi á flogvøllinum, og í flogførunum beinanvegin, at her er ein, ið kanska hevur brúk fyri serligari hjálp.
– Sostatt kann bandið vónandi verða við til at gera tað smidligari hjá ferðafólki, samstundis sum vit eisini ágóða av hesum, tí nú vita vit, hvørji ferðafólk vit skulu hugsa serliga nógv um, sigur Kristina Fossaberg, leiðari í sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways.
Øll starvsfólk hjá Atlantsflogi, sum hava beinleiðis samband við ferðafólk, hava fingið vegleiðing í, hvat Sólblóman merkir, og hvat tað ber í sær, at eitt ferðafólk Sólblómubandið - og hvat tey skulu hugsa um í hesum sambandi.
– At ferðast og vera saman við nógvum fólkum í óvanlingum støðum, kann vera strævið fyri fólk við heilaskaða, autismu, demensi, ADHD, parkinsons, varandi pínu, hoyri- og sjónbreki og øðrum ósónligum brekum, sigur Stine Ringvig Marsal, Nordic Regional Director í Sólblómuskipanini.
Hon sigur, at Atlantsflog er fyrsta flogfelagi í Norðurlondum, sum er við í Sólblómuskipanina og sum sostatt ger tað lættari og smidligari at ferðast hjá teimum ið hava eitt ósjónligt brek. Samstundis er Atlantsflog fyrsta fyritøkan í Føroyum sum viðkennir Sólblómuna.
Frá í dag kunnu Sólblómubond fáast á skrivstovuni hjá Atlantsflogi á farstøðini á flogvøllinum og við diskarnar har ferðafólk skriva seg inn og tey, sum vilja hava eitt Sólblómuband, skulu ikki grundgeva fyri, hví tey vilja hava bandið.