Hetta er simulatorbygningurin, sum Atlantsflog byggir á vinnuøkinum hjá Sørvágs kommunu. Bygningurin liggur nærmast landsvegnum og er 14 metrar høgur. Mynd: Álvur Haraldsen.

Atlantsflog og Vága Floghavn gera stórar útbyggingar

Tað er ikki bara Atlantsflog, sum ger stórar íløgur og útbyggingar í Sørvágs kommunu í hesum døgum. Tað ger Vága Floghavn so sanniliga eisini. 

 

Hetta er simulatorbygningurin, sum Atlantsflog byggir á vinnuøkinum hjá Sørvágs kommunu. Bygningurin liggur nærmast landsvegnum og er 14 metrar høgur. Mynd: Álvur Haraldsen.

Í Sørvágs kommunu arbeiða tey við einari víðkan av vinnuøkinum oman fyri flogvøllin, ið fer at gera vinnuøkið tvífalt so stórt, sum tað er í dag. 

- Her hava vit í nøkur ár havt eitt vinnuøki á 20.000 fermetrar, sum nú er fullbygt við fleiri ymiskum vinnubygningum, og tey næstu árini verður vinnuøkið í framhaldi av verandi vaksið við umleið 50.000 fermetrum aftrat.

 

Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, sum vísir á, at nýggi parturin av vinnuøkinum er bæði vestan fyri og norðan fyri verandi øki. 

 

Borgarstjórin vísir á, at stóri simulatorbygningurin, sum Atlantsflog nú byggir, liggur nærmast landsvegnum í nýggja økinum. Bygningurin er komin upp, og hann er heilar 14 metrar høgur.   

 

- Økið, sum simulatorbygningurin er bygdur á, er umleið 4000 fermetrar, og Atlantsflog hevur umframt tað ognað sær 12.000 fermetrar aftrat. So, hetta er bara ein byrjan hjá teimum við teirra virksemi, leggur hon aftrat.

 

Men, tað er ikki bara Atlantsflog, sum ger stórar íløgur og útbyggingar í Sørvágs kommunu í hesum døgum. Tað ger Vága Floghavn so sanniliga eisini. 

 

Tá tú koyrir fram við landsvegnum millum Krígssavnið og flogvøllin, sæst, at her er stórarbeiði í gongd, og her er grivið oman av einum rættiliga stórum lendi. Her skal Vága Floghavn hava eina rúgvu av parkeringsplássum, og her verður eisini hangarur til flogførini. 

 

Sum borgarstjóri fegnast Eyð Ellingsgaard um hesar útbyggingar, og nú J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum hjá Vága Floghavn, skal brúka eina rúgvu av gróti, passar hetta Sørvágs kommunu væl.   

 

- Samstundis, sum hetta arbeiðið hjá Vága Floghavn er í gongd, veksa vit um vinnuøkið. Bæði fyri okkum og entreprenørfelagið er tað ein win-win-støða, at J&K Petersen grevur oman av, spreingir og tekur grót á nýggja partinum av vinnuøkinum, sum síðan verður brúkt til útfylling í arbeiðnum niðan fyri landsvegin.   

 

Borgarstjórin vísir á, at hóast alt nú er bygt á gamla vinnuøkinum, fer tað at taka nakað av tíð, áðrenn alt tað nýggja økið verður klárt at byggja á. 

 

- Simulatorbygningurin stendur nú uppi, men eg vænti, at tað helst fer at taka eini 2-3 ár, áðrenn allur tann nýggi parturin av økinum er liðugur. 

 

Eyð Ellingsgaard sigur, at vinnuøkið í Sørvági eisini er vinnuøkið í Vágum, tí her eru fyritøkur ymsastaðni úr oynni, og her eru eisini veitarar úr øðrum økjum í Føroyum. 

 

- Vit hava nakrar fyrispurningar til nýggju grundstykkini, sum fara at koma í nýggja partinum av vinnuøkinum, leggur borgarstjórin í Sørvágs kommunu aftrat.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er nógv tilfar um ymiskt virksemi í Sørvágs kommunu, og her eru eisini fimm blaðsíður um Gásadal.

 

##med2##

 

Hetta er simulatorbygningurin, sum Atlantsflog byggir á vinnuøkinum hjá Sørvágs kommunu. Bygningurin liggur nærmast landsvegnum og er 14 metrar høgur. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tá tú koyrir fram við landsvegnum, sæst, at her er stórarbeiði í gongd. Mynd: Álvur Haraldsen.