Atlantsflog sendir heili 180 fólk til hús

Nú hevur eisini Atlantsflog sent nógv starvsfólk til hús. Talan er um 180 starvsfólk, sum nú fara í serligu skipanina hjá Als 

Flúgvingin há Atlantsflogi er skerd niður í lítið og einki og nú er stundin er komin at seta krepputiltøk í verk, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Hon sigur, at hetta er alneyðugt fyri at fáa flogfelagið sum frægast burtur úr kreppuni, men tá ið tíðirnar batna aftur, verða starvsfólkini aftur sett í starv.

Krepputiltøkini eru fyribils galdandi fram til 30. apríl. Í hesum tíðarskeiði fara umleið 180 starvsfólk í flogfelagnum í nýggju serskipanina hjá ALS, sum er partur av hjálparpakkanum hjá Føroya Landsstýri. Um so er, at støðan broytist, verður virksemið tikið uppaftur sum skjótast.

Nøkur starvsfólk verða framvegis til arbeiðis fyri at tryggja, at mest neyðuga virksemið kann halda fram. Hesi starvsfólk fara niður í arbeiðstíð og løn í tíðarskeiðnum, og tað fer stjórnin eisini. Nevndin hevur eisini avgjørt at siga nevndarsamsýningina frá sær, meðan krepputiltøkini standa við.

Í løtuni verður bara flogið aftur og fram ímillum Vágar og Keypmannahavn tríggjar ferðir um vikuna. Henda flúgving er fyrst og fremst ætlað til sjúkraflutning og heilsustarvsfólk umframt til føroyingar, ið starvast uttanlands, og onnur, ið hava fyri neyðini at flúgva.

– Tað er neyðugt at tátta í beinanvegin fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá føroyska flogfelagnum frameftir. Stjórn og nevnd fylgja neyvt við gongdini, og vit vóna, at flúgvingin kemur í rættlag aftur skjótast gjørligt, sigur Jóhanna á Bergi.