Atlantsflog sigur 90 fólkum úr starvi

Atlantic Airways fer at siga umleið 90 fólkum úr starvi. Uppsagnirnar eru ein beinleiðis avleiðing av koronakreppuni

- Vit høvdu sjálvandi vónað, at krepputiltøkini vóru nóg mikið, tá vit í mars sendu 180 starvsfólk í serskipanina hjá ALS, men so var ikki. Vit noyðast tískil at taka næsta stigið, sum tíverri verður at geva fleiri av okkara góðu og dugnaligu starvsfólkum uppsagnarskriv, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

Umleið 90 fólk verða søgd úr starvi í næstum. Uppsagnirnar verða galdandi frá 31. mai 2020. Nevnd og stjórn fara eisini at endurskoða lønar- og setanarviðurskifti hjá teimum starvsfólkum, sum halda fram í flogfelagnum.

 

- Hetta er ein liður í at tryggja kappingarførið frameftir, og ein slík endurskoðan verður sjálvandi gjørd saman við øllum viðkomandi pørtum, staðfestir Jóhanna á Bergi.

 

Uppsagnirnar eru ein beinleiðis avleiðing av koronakreppuni, sum hevur elvt til, at flúgvingin hjá Atlantic Airways eftir fáum døgum minkaði niður í lítið og einki, tá almennu koronatiltøkini vóru sett í verk bæði í Føroyum og uttanlands fyri tveimum mánaðum síðani.

 

- Støðan er harmilig, men vit trúgva upp á framtíðina, sum vónandi hevur økt virksemi við sær, so at vit líðandi kunnu byggja starvsfólkahópin uppaftur næstu árini. Beint nú noyðast vit at tátta meira í fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið frameftir, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.