Í næstum verður uppskot fyri Løgtingið um at veita Atlantsflog fíggjarliga hjálp Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi landsstýrismannin, hvussu verður við fíggjarligari hjálp til Atlantsflog.
Hon vísir á, at korona hevur havt stórar avleiðingar fyri Atlantsflog, tí ferðaætlanin er skerd og heilt nógv fólk eru søgd úr starvi.
Atlantsflog er okkara høvuðsfarleið út í heim, og tí er tað avgerandi at vit hava eitt sterkt tjóðarflogfelag, ið støðugt tryggjar, at vit hava gott flogsamband við útheimin.
Jørgen Niclasen sigur, at Atlantsflog hevur gjørt støðuna upp og hevur greitt frá, hvussu útlitini eru fyri framtíðini. Jørgen Niclasen vil ikki siga alment, hvussu stóra hjálp, Atlantsflog hevur tørv á fyri at tryggja virksemið í framtíðini. Men hann sigur, at hann fer at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um tað í næstum. Men hann leggur afturat, at hann fegnast um, at tað er full, politisk undirtøka í Løgtinginum fyri at tryggja raksturin hjá Atlantsflogi.
Men hann leggur afturat, at teppið er eisini skrykt undan Vága Floghavn, so har verður eisini neyðugt við fíggjarligum stuðuli, men tørvurin hjá flogvøllinum er munandi minni enn tann hjá Atlantsflogi.
Men hann leggur eisini dent á, at Atlantsflog fer ongan veg og at raksturin verður tryggjaður í framtíðini.
Jørgen Niclasen leggur kortini eisini dent á, at tað verður neyðugt at tryggja kappingarførið hjá Atlantsflogi og tí vónar hann at Løgtingið tekur undir við ætlanini um at seta eina serliga skattaskipan í verk, soleiðis at Atlantsflog fær ein part endurgoldið av tí skatti, manningarnar á flogførunum rinda, og tað merkir, at lønarlagið fer at lækka munandi.
Hann vísir á, at tað standa eini 7.000 flogfør á flogvøllum kring um í Evropa og hann væntar, at í næstum fara tey at verða boðin út til leigu fyri lítið og lætt. Tí verður tað eitt krav, at kappingarførið hjá Atlantsflogi verður tryggjað.
Ein annar møguleiki kundi verið at skrásett Atlantsflog í einum láglønarlandi við láglønar-starvsfólki, men tað er ikki ein leið, vit vilja fara, sigur hann.