Atlantsflog ótolnast eftir svari

Flogfelagið hevur fleiri ferðir rykt eftir einum svari um flogleiðina til New York

Tað gongur striltið hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways at fáa svar um flogfelagið sleppur at byrja eina nýggju farleið millum Føroyar og New York í heyst.


Tað var í desember mánað, at tað kom undan kavi, at flogfelagið hevur søkt um loyvi at flúgva sjey túrar í september og oktober í ár, men nú fimm mánaðir seinni hevur felagið enn ikki fingið nakað svar frá amerikansku myndugleikunum, upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

- Vit bíða enn eftir svari frá myndugleikunum og hava fleiri ferðir rykt eftir svari. Í januar fingu vit at vita frá the Port Authority, ið umsitur loyvini, at alt varð seinkað vegna at stjórnin var í shutdown í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar, men nú eru vit komin út í apríl og hava enn einki svar fingið, sigur Jóhanna á Bergi.

Stjórin er kortini bjartskygd um, at tað fer at eydnast at fáa eitt ja frá myndugleikunum, og vísir á, at Atlantic Airways hevur samstarvað við somu advokatar, ið fingu loyvini hjá Icelandair upp á pláss, tá íslendska flogfelagið á sinni søkti um at flúgva til USA.

Men nú vit nærkast summarinum byrjar tíðin at ganga undan og roynir man tí at skunda undan avgerðini.

- Ætlanin er at fara til USA fyri at fáa ein fund í lag, tí vit duga ikki at síggja nakra orsøk fyri, at vit ikki skuldu fingið eitt ja. Vit kunnu heldur ikki bíða leingi aftrat, tí vit ætla at flúgva í september. Vit mugu hava tíð at selja ferðaseðlarnar, so vit eru byrja at blíva ótolin, sigur stjórin. .

Eftir ætlan skal Atlantic Airways flúgva eina sjey túrar millum Føroyar og New York við nýggja A320neo-flogfarinum, sum tekur 180 ferðafólk.