Atli er nú limur í 25 felagnum

Frem miðvallarin spældi ein tíma á Amager leygardagin, áðrenn hann leygarkvøldið kom til Reykjavíkar at taka lut í fyrireikingunum til jubileumsdystin

Atli Danielsen var í gjár fyri 25. ferð á føroyska fótbóltslandsliðnum. Atli er tann 30. føroyingurin, sum hevur rokkið 25 landsdystum.

Merkisvert var tað, at Atli var á vøllinum allar 90 minuttirnar hesa ferð. Tað var merkisvert, tí Atli leygardagin spældi ein lítlan tíma í venjingardysti fyri felagið hjá sær – í Keypmannahavn!

Atli var ikki í ferðalagnum, tá ið landsliðið fríggjadagin fór úr Vágum og til Reykjavíkar. Felagið hjá landsliðsspælaranum, Frem, spældi seinnapartin leygardagin venjingardyst á Amager ímóti felagnum hjá Toda Jónsson, FC Amager.

Frem skal skírisdag spæla fyrsta landskappingardystin síðani vetrarsteðgin. Hann verður á heimavøllinum í Valby ímóti SønderjyskE. Venjarin roknar Atla Danielsen sum ein av lyklaspælarunum, og tí var tað týdningarmikið, at Atli var við í venjingardystinum leygardagin.

Tá ið ein lítil tími var runnin av uppgerðini, sum endaði 3-3, varð Atli skiftur út. Hann fór umvegis umklæðingarrúmið beinleiðis út í Kastrup og við flogfarinum til Keflavíkar.

Jógvan Martin Olsen vildi ógvuliga fegin hava, at Atli Danielsen var millum teir fyrstu ellivu í gjár. Atli mannaði sentrala miðvøllin saman við Inga Højsted. Tað varð roknað við, at Atli kanska fór at vera á vøllinum í ein tíma ella so, men tað tørnaði soleiðis út, at Atli spældi alla tíðina.

Atli Danielsen var fyrstu ferð á landsliðnum 27. apríl í 2003, tá ið Føroyar á Toftum vunnu vinardyst ímóti Kasakstan 3-2. Í 66. minutti loysti Atli Hans Fróða Hansen av.

Í teimum 25 umboðanunum fyri Føroyar hevur Atli Danielsen spælt á nógvum plássum. Umframt á sentrala miðvøllinum hevur hann verið miðvallari í høgru, vongverji í báðum borðum og eisini í miðverjuni.

Tað verður neyvan nakar annar spælari, sum í 2008 fer at røkka 25 landsdystum. Teir næstu í røðini eru Símun Samuelsen, sum hevur umboðað Føroyar 16 ferðir, og Hjalgrím Elttør, sum í gjár var á landsliðnum fyri 15. ferð.