Í dag meiri enn hálvkiksaði HB á heimavølli ímóti 07 Vestur, sum í steðginum var aftanfyri 2-0, og sum í tíðini, sum dómarin legði aftrat seinna hálvleiki, javnaði til 2-2.
Tað var lítið hugaligt hjá sigursvanda havnarfelagnum, og tað var steinur omaná byrðu, tá ið landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson eftir síðsta bríksl sá reyða kortið fyri at mótmæla, at dómarin kolldømdi málið, sum HB skoraði í síðstu sekundunum.
Sunnudagin skal HB til Klaksvíkar. Í gjárkvøldið vann KÍ, ið framvegis hevur fulla úrtøku, 1-0 ímóti Víkingi, sum spískaði seg og av álvara bjóðaði klaksvíkingum av.
Eftir dystarlok í Klaksvík var liðformaðurin hjá Víkingi Atli Gregersen vónsvikin av, at tað ikki var eydnast hansara monnum at vinna í hvussu so er eitt stig.
-Vit høvdu okkara møguleikar, og lítla løtu undan, at KÍ skoraði einasta málið, vóru vit heilt tætt við at skora. Hvussu tað so hevði tørnað út, fáa vit ongantíð at vita. Vit bjóðaðu teimum av frammi á vøllinum. Tað eru teir í KÍ ikki vanir við og als ikki á heimavølli, tí tað sær út til, at hini liðini í virðing fyri mótstøðumonnunum pakka seg saman í verjuni, sigur Atli Gregersen, og hann heldur fram við hesum herðaklappinum til tey, sum skulu til Klaksvíkar at spæla:
-Okkara taktikkur og okkara avrik í gjárkvøldið vísti, at tað ber til at bjóða KÍ av í Klaksvík. Vit hava á landsliðnum og ímóti stórum favorittum víst, at tað ikki er ómøguligt at spæla ímóti stórfavorittum. Eitt nú tá ið vit á sinni spældu ímóti bæði Týsklandi og Italia. Tí er tað eingin orsøk hjá teimum, sum fara til Klaksvíkar, at avskriva møguleikan at vinna stig. Tað ræður um at hava mót og tora at bjóða av, sigur Atli Gregersen.
-
KÍ – Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 55.
-
NSÍ – Skála 2-1 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 16.
2-0: Klæmint A. Olsen 27.
2-1: Jan Ingason Hansen br 47.
-
EB/Streymur – B68 2-1 (1-1)
0-1: Lukasz Cieslewicz br 30.
1-1: Filip Djordjevic 31.
2-1: Andras Ó. Olsen 83.
-
HB – 07 Vestur 2-2 (2-0)
1-0: Stefan Radosavljevic 21.
2-0: sjálvmál 39.
2-1: Ronni Møller-Iversen br 56.
2-2: Høgni Egilstoft Nielsen 91.
-
AB – B36 0-3 (0-2)
0-1: Brian Jakobsen 36.
0-2: Michal Przybylski 39.
0-3: Martin Agnarsson 48.
-
KÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 25 | 1 | 24 |
Víkingur | 7 | 5 | 0 | 2 | 19 | 9 | 15 |
HB | 8 | 4 | 3 | 1 | 19 | 13 | 15 |
B36 | 8 | 4 | 1 | 3 | 15 | 7 | 13 |
EB/Streymur | 8 | 4 | 1 | 3 | 13 | 15 | 13 |
07 Vestur | 8 | 2 | 3 | 3 | 11 | 16 | 9 |
NSÍ | 8 | 3 | 0 | 5 | 12 | 22 | 9 |
B68 | 8 | 1 | 2 | 5 | 7 | 19 | 5 |
AB | 7 | 1 | 1 | 5 | 9 | 20 | 4 |
Skála | 8 | 0 | 3 | 5 | 9 | 17 | 3 |
-
Máltindurin
Páll A. Klettskarð KÍ 9
Stefan Radosavljevic HB 7
Sebastian Lau Nielsen B78 5
Sølvi Vatnhamar Víkingur 5
-
9. umfar
Leygardagin 7. mai
Skála – EB/Streymur
Sunnudagin 8. mai
KÍ – HB
Víkingur – NSÍ
B36 – 07 Vestur
AB – B68