Politikkur
Tí haldi eg, at tað er ov sterkt at siga, at teir sviku, sigur Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður minuttir eftir at drúgv frágreiðing er løgd á borði um m.a. føroyskan politikk í áttatiárunum.
Vit áttu tríggjan løgmemm í áttatiárunum Paula Ellefsen, Atla P. Dam og Jógvan Sundstein. Teirra virksemi er fínkembt í eini drúgvari kanning, sum grein 19 nevndin hevur gjørt um stýringina av Føroyum í áttati árunum. Atli P. Dam er ein av teimum politikkarum, sum standa fyri skotum í niðurstøðuni hjá grein 19 nevndini.. Atli P. Dam sat sum løgmaður í tíðarskeiðinum 1985-89.
Jústinus Leivsson Eidesgaard
-Við teimum fortreytum, sum politikkararnir høvdu til at taka støðu útfrá, tað vil siga ítøkiligum hagfrøðisligum upplýsingum, ítøkiligum upplýsingum frá eini undirmannaðaðari umsiting, sum løgtingið ógvuliga treyðugt veitt játtani til, so gjørdu politikkararnir teirra frægasta. Tí haldi eg, at tað er sterkt sagt, at teir sviku, men lætt er altíð at eftirrationalisera, sigur Atli P. Dam.
-Niðurstøðan nevnir at góð ráð vórðu givin, men hvørji vóru hesi? E itt nú søgdu bankarnir ósatt viðvíkjandi innlánunum og skattaspekulatión f fyri myndugleikunum við so óteljandi orsøkum sum sigast samvitska, er torført at síggja, at ein yvirordnað sonn mynd kundi fáast til vega. Í hvussu er ikki so sonn, at vit sum einasta samfelag í Norðanlondum kundi sloppið undan. Vit mugu minnast til, at bankaskipanin fór um koll í Noregi, Svøríki og Finlandi seinast í áttatiárunum, meðan okkara fór í nítiárunum.