##med2##
- Sikken ein kensla, sikken eitt týskvøld í Havn, tað kann ikki blíva betur, fantastiskt. Soleiðis orðaði litríki føroyski liðskiparin, Atli Gregersen seg aftaná 1-0 sigurin á Malta, ið kemur á eitt turt stað hjá øllum Fótbólts-Føroyum, og ikki minst Atla Gregersen.
- Eg sigi tað altíð, men áskoðararnir finnast ikki nakra aðrastaðni í verðini, sigur ein takksamur Atli Gregersen.
- Ein takkling, eitt spark út til innkast, og áskoðararnir brølaðu bara, tað var heilt fantastiskt, greiðir Atli Gregersen frá um sigurin, ið hevur so stóran týdning fyri hann.
Men nú kundi Atli hugsað sær at enda við fleiri stigum, og hann hevur góðar vónir til útidystirnar móti Noregi og Svøríki í november.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til fyrst at hoyra Atla Gregersen tralla og rópa av gleði, og so kemur samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen aftaná stóru løtuna og sigurin hjá legendariska liðskiparanum.
##med3##
##med4##