Átta føroysk mál í heimasigri hjá Sävehof

Sävehof er nummar seks í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld dyst á heimavølli í Partille móti Guif í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Sävehof at vinna dystin 28-26. Í steðginum var Guif á odda 13-12.

 

Óli skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir, og hann legði upp til trý mál (assist). Óli var saman við Pontus Brolin toppskjútti hjá Sävehof.

 

Ísak var skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.

 

Sävehof er nummar seks í deildini við 12 stigum fyri 10 dystir.

 

Komandi týskvøld hevur Sävehof heimadyst móti týska liðnum, Gummersbach í EHF European League.