Miðflokkurin kunngjørdi í morgun valevnini til Løgtingsvalið tann 1. september. Talan er um ein ungan og blandaðan hóp, við bæði ungum og nýggjum valevnum og meira royndum almennum persónum.
Talan er um ein enn ófullfíggjaðan lista við 10 valevnum, ið eru spreidd rímuliga javnt út um landið. Báðir tingmennirnir í flokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen stilla upp aftur, meðan landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ikki var at síggja á listanum í morgun. Tað er tó enn møguligt, at hann stillar upp. Hann væntar at taka eina avgerð um hetta og boða flokkinum frá um vikuskiftið ella í komandi viku.
Miðflokkurin leggur fram valskránna, og væntandi restina av vallistanum í komandi viku.
Hesi eru á listanum hjá Miðflokkinum:
Rasmus Hammer, Skopun
Lív Justinussen, Leirvík
Vilhelm Hendrik í Skálanum, Hvalvík
Esmar Petersen, Kollafjørður
Maibritt Fredriksberg, Strendur
Martin Kúrberg, Eiði
Jákup Suni Lauritsen, Sørvágur
Rani Andrasson Skaalum, Havn
Jenis av Rana, Havn
Bill Justinussen, Glyvrar