Tað er nokk ikki so óvanligt at persónar fáa ein heiður fyri serliga drúgt arbeiðið, á sama arbeiðsstað.
Heldur óvanligt mann tað vera, at “Dronningens fortjenestemedalje i sølv” verður latin til 8 sløkkiliðsmenn, sum hava verið meira enn 40 ár sløkkiliðsmenn.
Teir átta sløkkiliðsmennnirnir eru Jóannes Lamhauge, Runavík, Andras Hansen, Skála, Ólavur Berg, Skála, Petur Chr. Rasmussen, Skála, Kaj Olsen, Skála, Hilmar Joensen, Skála, Eiler Hansen, Nes, og Dánial Poulsen, Lamba.
Kommunurnar um Skálafjørðin sóu - í 1974 - tað neyðuga í at skipa sløkkilið, eftir at tað fleiri ferðir í sjeyti árinum høvdu verið eldar og óhapp og kommunurnar onga skipaða tilbúgving høvdu.
Á felags fundi 4. September 1974, var semja um at arbeiða við at fáa eitt felags sløkkilið fyri tær 4 Kommunurnar, Skála-, Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu.
10. mai 1975 er komið so mikið áleiðis, at táverandi brunanevnd avgjørdi, at hvør kommuna sær skuldi útnevna sløkkiliðsmenn í eitt felags sløkkilið, sum skuldi nevnast Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið.
Kommunurnar gera skjótt av, og áðrenn mai mánaði er av, eru sløkkiliðsmenn útnevndir og útgerð og brandbilur bílagt.
Millum hesar sløkkiliðsmenn, sum tá vórðu útnevndi, er 8 enn til dystin fús, og hava verið í fleiri enn 40 ár.