Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.
Fyrsti leikurin í røðini var ”GUNNAR HAVREKI”, 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.
Nú kemur so áttanda leikritið, ”MARITA”, sum Hans A. Djurhuus skrivaði í 1908. Leikurin er í trimum pørtum og byggir á vísuna um Flóvin Bænadiktsson, Maritu og Hermann. Hetta er fyrsti leikur Hans Andriasar. Hann var 24 ára gamal, tá ið hann skrivaði hann. Øll tilsvar bera upp á rím.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.