- Tað hevði tænt trúvirðinum hjá Kringvarpinum, um tey, sum vóru blandað uppí rættarmálið, vórðu frítikin frá arbeiðnum inntil endaliga dómur fall.
Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við tríggjar fyrrverandi oddamenn í Kringvarpinum, nú stovnurin hevur verið í andglettinum seinasta árið.
Teir vísa millum annað á týdningin av Kringvarpinum í samfelagnum, og á týdningin av at hjúkla um trúvirðið á okkara Public Service stovni.
Les samrøðuna við Árna Gregersen, Jógvan Jespersen og Hans Jørgensen í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í dag og kring landið í morgin.