Atvent - advent

Jógvan Ravnsfjall


Komandi sunnudagur er fyrsti sunnudagur í atvent, og við honum fara vit inn í atventina og nýggja kirkjuárið byrjar.
Eg skrivi hesar reglur, tí tað er vorðið alt meira vanligt, bæði í skrift og ikki minst í talu, at nýta heiti advent og frambera tað júst sum tað verður stavað.
Orðið kemur av latínska orðinum adventum.
Tað eg kenni til frá mínum uppvøkstri, og í talu við eldri fólk, hevur orðið altíð verðið framborðið við t-ljóði, sum ætvent, hóast á skrift báðir formarnir hava verði brúktir, atvent og advent.
Orðið atvent, framborðið æt-, liggur eisini betur á tunguni, tí tað eru so nógv gomul føroysk orð, ið hava henda framburðin, meðan øll orðini, ið byrja við ad- eru komin seinni í málið.
Øll orðini, ið sipa til orðið atvent, t.d. atventsljós, atventskransur, hava í dagligari talu altíð verðið framborðin við t-ljóði. Tó vil eg halda at orðini, ið verða bundin til trúðargreinina adventistar, sum oftast hava d-ljóð.
Hvørki Svabo ella Hammersheimb hava orðið í sínum upskriftum av føroyskum orðum, so orðið er helst nýggjari, ikki verið vanligt í føroyskum máli fyrr enn í 19. ella 20. øld.
Í orðabókini hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras frá 1928 stendur orðið skrivað advent, framborðið ædvent.
Í útgávuni frá 1961 er advent, framborið æad- ella ad-, fyrstvaldi formurin, meðan atvent, framborið æat-, er ein síðuformur.
Sama er við Móðursmálaorðabókini, ið kom út í 1998, har fyrstvaldi formurin er advent, framborið eat-, ad-, meðan atvent, framborið eat-, ad:-. er ein síðuformur.
Hetta má verða ein stórt mistak, tí føroyingar lesa ikki ad sum æad ella eat, men bert sum ad, ad:.
Tað vísir seg eisini í dag, at tað unga ættarliðið lærir seg málið meira gjøgnum lestur enn við málsligum samskifti við eldri ættarlið. Tað kemur tíðuliga til sjóndar, tá ið lutrað verður í loftmiðlunum. Eingi orð verða samandrigin longur, alt verður tambað út, bæði sjálvljóð og hjáljóð.
Tí kemur formurin atvent, við framburðinum æt- ella æd-, at hvørva eftirhondini, bæði í skrift og talu, um vit ikki hava hann sum fyrstvaldan. Best hevði verið um bert tann eini formurin var, men tað tekur ivaleyst fleiri ár at rætta upp aftur mistakið, ið er gjørt.