Enn er lítil drift hjá línuskipum

- Veðrið verður gott ein stóran part av vikuni, og tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri

- Eitt frystilínuskip fiskar í føroyskum sjógvi, og eitt frystilínuskip fiskar í NAFO-sjógvi. 

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

- Restin av línuskipunum liggja við bryggju, verður lagt aftrat.

 

Streymurin hevur verið harður, men batnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott ein stóran part av vikuni, og tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum hevur verið brúkiligur.