HAVRÓGVING: Tað eru ikki bert Livar Nysted og hinir umborð á bátinum tRIO, sum í hesum døgum fremja bragd á heimsins høvum.
Í næstu viku fáa vit føroyingar væntandi vitjan av einum øðrum báti Auður, hvørs manning eisini hevur sett sær eitt mál: At rógva íalt 1600 kilometrar úr Noregi til Íslands, umvegis Orkoyggjar og Føroyar.
Henda leiðin verður rógvin í kjalarvørrinum á kendu íslendsku kvinnuni Auður Djúpúðga sum livdi frá ár 834 til 900.
Søga hennara er bæði spennandi og ógvuslig, men tað sum hevur sett hana í søgubøkurnar er, at hon sjálv megnaði at koma sjóvegis allan teinin úr Orknoyggjum, umvegis Føroyar og heim til Íslands umborð á serbygdum knørri.
Manningin umborð á Auður, ið telur fýra íslendingar, løgdu frá landi í Kristiansand á tjóðardegi Noregs hin17. mai, og komu síðani fram til Kirkwall, høvuðsstað á Orknoyggjunum.
Her hava teir í nakrar vikur bíðað eftir líkindum at leggja út á seinasta teinin, og í gjár eydnaðist umsíðir at fáa byrð, soleiðis at kósin kundi setast ímóti Føroyum.
Teir vænta at verða í Føroyum í næstu viku, um alt gongur teimum eftir vild. Fyrst skal leggjast at í Porkeri og síðani verður róð til Havnar. Um teir miða eftir at koma til høvuðsstaðin á Ólavsøku, verður tó einki sagt um.
Teir ætla kortini ikki at steðga bragdi sínum, tá teir um stutta tíð eftir ætlan leggja at landi í Íslandi.
Næsta ár skal haldast fram við at rógva vestureftir, heilt til teir hava sett føtur á land, bæði í Grønlandi og Kanada. Hesin teinurin er 2500 kilometrar langur.