Sum ígjøgnum sortar skýggja - framsýning letur upp í dag

Sum ígjøgnum sortar skýggja

kemur fram hin gylta sól,

so at bølmyrkur má flýggja,

lýsir í um tind og hól.

 

Sunnudagin 27.juli klokkan 16-18 letur framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA upp í Steinprenti. Tað er ein framsýning um ljós og myrkur við verkum eftir Hansinu Iversen, Claus Carstensen, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Hanna Bjartalíð, Tórodd Poulsen og Fríðu Matras Brekku.

 

Framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA letur upp í Steinprenti sunnudagin 27.juli klokkan 16-18 og er opin um ólavsøkuna.

 

 Kinna Poulsen, sum nýliga hevur givið út samtíðarlistabókina Í eygnahædd (Sprotin), hevur kuraterað framsýningina.

 

Meira um framsýningina sæst her: SUM Í GJØGNUM SORTAR SKÝGGJA — Listaportal