Augentaler: Vit gera ikki sama mistak sum Eysturríki

Fótbóltur: Eg minnist væl, tá Føroyar vann móti Eysturríki í 1990, og tað mistakið ætla vit ikki at endurtaka

Eysturríska liðið Grazer AK er komið til Føroya við einum fyri eyga, og tað er at vinna dystin móti Føroyum.

Kendasti maðurin í hópinum, sum er komin til Føroya, er uttan iva venjarin hjá Grazer, týskarin Klaus Augentaler. Hann var stuðulsspælari hjá týska stórfelagnum Bayern München í 17 ár. Hann spældi 404 landskappingardystir fyri liðið, og var við í heili 89 Europa-Cup dystum, so hann veit, hvat tað snýr seg um á Svangaskarði í kvøld.

Klaus Augentaler spældi 32 landsdystir fyri Týskland, og hann hevur verið við í einum HM-endapæli.

Tá eysturríska ferðalagið kom til Havnar í gjár fingu vit orðið á venjaran, sum var bæði fryntligur og fyrikomandi. Hann greiddi frá, at teir høvdu havt eina frálíka góða ferð til Føroya, og at alt hevði gingið sum tað skuldi.


Ikki sama mistak

Hvat veist tú um KÍ-liðið?

? Eg veit ikki so nógv um teir, men eg havi frætt, at teir hava selt enn ein spælarar. Teir hava áður selt tveir spælarar til Danmarkar. Vit høvdu ein umboðsmann í Føroyum í nakrar dagar her fyri, og hann hevði nakað av upplýsingum heim við sær aftur, millum annað at KÍ hevur tríggjar útlendskar spælarar á liðnum.

Væntar tú ein lættan dyst í kvøld?

? Nei, tað geri eg ikki. Tað verður ein torførur dystur, sigur Klaus Augentaler avgjørdur. Eg minnist væl, tá Føroyar vann móti Eysturríki í 1990, og tað mistakið ætla vit ikki at endurtaka..

Hvør vinnur, tit ella KÍ?

? Eg vil altíð vinna, og vit fara eisini at royna at vinna dystin móti KÍ. Tað er umráðandi hjá okkum at fáa eitt gott úrslit í fyrra dystinum, so trýstið ikki verður ov stórt á okkum á heimavølli.

Ert tú bangin fyri at tapa?

? Eg vil altíð vinna.

Hevur tú ráð at tapa móti KÍ?

? Tað haldi, at tú mást spyrja forsetan í felagnum um, svara hann læandi.

? Vit hava ikki staðið okkum so væl í heimligu kappingina, men ein orsøk til tað er, at vit hava 6-7 av okkara bestu spælarum skaddar í løtuni, og tað ávirkar sjálvsagt liðið. Vit verða noyddir at spæla fyri tað, og vit hava ikki enn klára at spæla nýggjar spælarar inn á liðið. Men tað gongur støðugt fram á, og vit skulu nokk koma fyri okkum.


Tað er trýst á liðnum

Við í ferðalagnum úr Eysturríki eru 11 fjølmiðlafólk. Dysturin verður sendur beinleiðis í eysturríska sjónvarpinum, og tað eigur at verða ovmikið hjá spælarunum at seta seg upp til, hóast teir neyvan halda nógv um avbjóðingina úr Føroyum.

Liðið hevur trýst á sær í kvøld, og hóast venjarin ikki vil siga tað, so er tað av avgjørdum týdningi fyri hann, at tað kemur ein sigur burtur úr dystinum móti KÍ í kvøld. Alt annað hevði verið ein endurtøka av tiltikna dystinum í 1990, og tað klára teir fægstu venjararnir at standa model til.

? Vit fara at venja í Havn undan dystinum, tí tað er ov langt at koyra inn á Svangaskarð beint undan dystinum, sigur Klaus Augentaler.

? Eg havi virðing fyri føroyska liðnum, men eg vil vinna, hvørja ferð eg spæli.

Og er tað enn eina ferð sligið fast, hvat týski venjarin hjá Grazer AK ætlar sær í kvøld.