Orka og umhvørvi
Leiðarin á Oljufyrisitingini, Sigurd í Jákupsstovu, heldur, at fyrilesturin hjá Svend Auken var áhugaverdur og viðkomandi, og hann viðgjørdi neyvt trupulleikarnar við dáking - eins og hann vísti á, hvat gjørt verður í øðrum londum við orkusparing og alternativari orku.
- Men tað var einki nýtt í fyrilestrinum sum so; har var einki, sum vit ikki vistu frammanundan - og einki revolutionerandi, sum Sigurd tekur til.
Leiðarin á Oljufyrisitingini fegnast mest um, at fyrrverandi danski orku-og umhvørvismálaráðharrin "bekreftaði" tað, sum landsstýrið og Vinnumálaráðið arbeiða við, nú ein yvirskipaður orku-og umhvørvispolitikkur verður settur út í kortið.
- Fyrilesturin var enn ein staðfesting av, at eisini vit føroyingar noyðast at tillaga okkum broyttu umstøðurnar, at vit noyðast at brúka orkuna betur og soleiðis eisini ganga betur um umhvørvið.
Sigurd heldur, at sjónarmiðini hjá Svend Auken eru í tráð við tað, sum landsstýrið arbeiðir við, og tað var áhugavert at hoyra, hvussu nógv sjónarmiðini, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orku-og umhvørvismálum, legði fram, samsvaraðu við tað, sum Svend Auken tosaði um í sínum fyrilestri.
- Eg var ikki ósamdur við nøkrum av tí, sum Auken segði, men nøkur viðurskifti, sum hann var inni á, verða nokk ikki so løtt at fremja í verki, eitt nú tá ið Svend var inni á møguleikum við alternativari orku umborð á skipum.
Leiðarin á Oljufyrisitingini vísir á, at neyðugt er við hugburðsbroytingum, tá ið ræður um orkusparing, tí neyðugt er um alt samfelagið at ansa eftir, at vit ikki brúka meira orku enn neyðugt - og at vit dálka sum minst.
- Neyðugt er við reglugerðum, ráðgeving og kunning, sum eigur at røkka út í hvørt einasta húsarhald í Føroyum, sigur Sigurd.
Hann visir á, at landsstýrið hevur ikki amboðini at fremja orkueffektivisering, sum hann tekur til, og tí er neyðugt, at vit fyrst fáa ein yvirskipaðan orku-og umhvørvispolitikk og síðan eina el-veitingarlóg.
- Sum er, hevur politiski næstan ongan møguleika at ávirka hesi viðurskifti, og tí er neyðugt við reglugerðum og heimildum á økinum, sigur leiðarin á Oljufyrisitingini, Sigurd í Jákupsstovu.