Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, fer til USA sunnudagin at taka ímóti einari heiðursløn, sum amerikanska Kongressin samtykti at lata henni fyri fýra árum síðani.
Ferðin verður tann fyrsta hjá Aung San Suu Kyi til USA, síðani hon varð sett í húsavarðhald í 1990. Fyrr í ár hevur hon verið í eitt nú Noregi, Írlandi, Bretlandi og í Fraklandi.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, var í Myanmar í summar, og tá fekk Aung San Suu Kyi innbjóðing at koma til USA á almenna vitjan. Undir vitjanini skal hon taka ímóti Congressional Gold Medal í Washington.