Í næstu viku fer andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, til Teilands, har hon skal taka lut á World Economic Forum, sum verður í Bangkok.
Hetta verður hennara fyrsta uttanlandsferð í 24 ár. Aung San Suu Kyi hevur í mong ár sitið í húsavarðhaldi sum politiskur fangi. Í 2010 varð hon latin leys, fyrr í ár varð hon vald í tjóðartingið, og fyrr í hesum mánaðinum fekk hon pass og kann tí fara av landinum at ferðast.
Ætlanin er, at Aung San Suu Kyi skal til Noregs at taka ímóti Nobel-friðarheiðurslønini, sum hon fekk í 1991, men sum hon ongantíð hevur kunnað tikið ímóti. Hon skal eisini til Bretlands, har hon, maðurin og børnini búðu eirtt tíðarskeið. Tað verður í næsta mánað, og tá skal hon halda røðu í Parlamentinum í London.