Í dag bleiv boðað frá, at sangarindan Aura Dione fer at framføra á tónleikatiltakinum Voxbotn 2013.
Tá Voxbotn 2013 fer av bakkastokki 29. juni, fáa fólk høvi at hoyra kendu løgini hjá Aura Dione so sum Geronimo og In Love With The World.
Aura Dione var fyrstu ferð at hoyra í 2009, tá hon gav út fløguna Columbine. Fløgan fekk gull fyri at vera seld í fleiri enn 15.000 eintøkum í Danmark. Eisini í Týsklandi bleiv fløgan útgivin, har Aura Dione fekk platin fyri at hava selt 300.000 eintøk í Týsklandi.
Fyri einum ári síðani gav hon aðru fløguna út, Before The Dinosaurs, og av tí fløguni hava vit serliga hoyrt nógv til sangin Geronimo.