Týskvøldið skipaði Landsfelagið fyri fólk við autismu fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Heitið á fundinum var Autisma og visjón 2015: Hava fólk við autismu tað líka gott sum tú og eg í 2015 og hvat gera vit, meðan vit bíða?
Húsið var stúgvandi fult - eini 120 fólk vóru komin oman í Miðlahúsið og til at svara hesum spurningum hevði felagið boðið fýra luttakarum at sita við pallborðið. Hesir vóru Lennart Pedersen, sálarfrøðingur og fakligur ráðgevi hjá Center for Autisme i Danmark, Morten Carlsson, foreldur og formaður í Landsforeningen Autisme í Danmark, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, og Hans Eli Dahl, leiðari á Sernámsdeplinum.
Byrjað varð við einum umfari, har teir fýra luttakararnir løgdu sínar metingar og sjónarmið fram. Av tí at tveir teirra vóru danir, var alt orðaskiftið hetta kvøldið á donskum. Eftir ein kaffisteðg, varð fundurin tikin uppaftur, og eftir eina framløgu afturat slapp fundarfólkið at sína hugsan og skifta orð við pallborðið.
Diagnosan týdningarmikil
Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmaður, var orðstýrari, og hann kom væl frá uppgávuni at skipa kjakið. Tá hann við fundarlok um hálvgum ellivutíðina týskvøldið kundi taka samanum, staðfesti hann, at nógv positivt var komið fram. M.a. at tað er týdningarmikið, at diagnosan autisma verður sett fyrr í lívinum nú, enn gjørt varð fyri nøkrum árum síðani; at fáa betri diagnosumøguleikar, menning av fakliga førleikan, og hvussu umráðandi tað er at seta seg inn tíðliga, miðvíst og fakliga við fakligum toymum.
Orðstýrarin endurgav eisini landsstýrismannin fyri at hava sagt á fundinum, at sjálvandi skulu autistar eisini fáa ágóða av visjón 2015, at tørvur er á búplássum, ekspertisu, og at ætlanir eru um at byggja vitananrdepil upp. Eisini varð víst á, at sambært hagtølum eru 300 autistar í Føroyum, og hesi eru spjadd um alt landið, og tí er eisini neyðugt við ráðgeving kring alt landið.
Eisini varð víst á tørvin á at stuðla familjunum hjá autisyum við skeiðum og ráðgeving.
At enda takkaði Lea Wolles, forkvinna í Landsfelagnum fyri fólk við autismu fyri ta góðu undirtøkun hetta kvøldið. Danirnir fingu eitt føroyakort til minnis um ferðina og sum tøkk fyri at seta autismu á kortið. Hans Pauli Strøm og Hans Eli Dahl fingu ávikavist eitt modell av nýggja Smyrli og eitt modell av Norðoyatunlinum, sum eina áminning um, at tað sum ein setur sær fyri politiskt, kann fremjast í verki.