Síðan VR-Bilar góvust á nýggjárinum, hava Chevrolet einki umboð havt í Føroyum. Chevrolet Danmark A/S vendu sær til P/F Auto Service um at umboða sínar bilar í Føroyum. Eftir samráðingar millum partarnar í eina tíð er nú alt komið upp á pláss, og frá 1. juni er Auto Service umboð fyri Chevrolet í Føroum.
Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, sigur, at teir síggja nógvar møguleikar í Chevrolet. Serliga tí at nógv nýggj modell eru á veg. Um miðjan juni kemur Chevrolet Cruze, sum fær sera góð ummæli frá motorjournalistum, og fyrst í komandi ári fer ein heilt nýggjur Chevrolet Spark at avloysa núverandi Matiz. Sum nakað nýtt fáa vit nú eisini møguleika fyri at selja nýggjar bilar fyri undir 100.000 krónur.