Automatikkurin tekur yvir

Deildin hjá Føroya Banka á Flogvøllinum letur aftur 1. februar komandi ár. Janus Petersen, bankastjóri, sigur, at tørvur ikki er á deildini longur, og at automatikkurin kemur at fylla plássið

? Sum er, hava vit eina automat og ein sonevndan infostandara, við eini teldu. Har er møguligt at fara á internetið at søkja sær vitan um t.d. víðari flrogferðslu, Strandferðsluna ella annað. Í Automatini eru danskir pengar, sum so eisini kunnu nýtast í Føroyum. So tey einastu, sum veruliga koma at merkja, at deildin steingir, eru tey, ið frammvegis bert hva bankabók, sigur Janus Petersen um afturlatingina.

Lítil nýtlsa
Janus Petersen sigur, at avgreiðslan á flogvøllinum er bert opin frá kl 10-13, og at hon verður sera lítið brúkt.
? Tað sum er at gera har, eru serliga vekslingar, og tað eru ikki meiri enn ein ella tvær um dagin. Tørvurin á at hava eina damu sitandi har hvønn dag, er tí ikki serliga stórur. Størsta orsøkin til dalandi nýtsluna av avgreiðsluni er uttan iva hon, at nærum øll fólk í dag hava kort, og teimum nýtist tí ikki at veksla. Kortið kann jú nýtast um allan heimin, sigur Janus Petersen.
Hann sigur, at Føroya Banki tí hevur vurderað, at tíðin ikki arbeiðir fyri avgreiðsluni á Flogvøllinum.
? Tænastan við automatini og infostandaranum er ein góð tænasta, og tey allar flestu kunnu fáa gleði av henni. Eg vænti tí ikki, at saknurin í avgreiðsluni á flogvøllinum verður nakað serliga stórur, sigur hann.
Janus vísir eisini á, at so leingi sum avgreiðslan er opin, so gera fólk síni ørindi har, ístaðin fyri at nýta automatina.

Heimsmet í avgreiðslum
Spurdur um hetta ikki fer at hava eina negativa ávirkan á ferðavinnuna, at fólk ikki hava eina bankaavgreiðslu at venda sær til, tá tey koma til landið, svarar Janus ógvuliga avgjørdur, at tað heldur hann ikki.
? Um fólk ikki hava pening til bussin, so kunnu tey taka út úr automatini. Flestu ferðafólk hava jú kort. Vit hava eisini 20 aðrar deildir opnar runt um í landinum, so tænastan er í lagi. Saman við Sparikassanum hava vit væl einar 50 deildir í landinum, og tað er heimsmet pr. innbúgva. So eg haldi ikki, at vit kunnu leggjast undir at leggja fót fyri ferðavinnuna, sigur Janus.
Hann sigur, at aðrastaðni hava tey eina avgreiðslu pr 5.000-10.000 innbúgvar. Her er talið ein avgreiðsla pr. 1000 fólk ella minni.
? Eg vænti ikki, at fólk fara at sakna avgreiðsluna serliga nógv, tí tað verður ikki serliga stórur munur fyri tey flestu. Bert tey við bankabók mugu nú minnast til at orna síni bankaviðurskifti dagin fyri, tey fara avstað, sigur Janus Petersen at enda.