AV! Landsliðsspælari skurðviðgerast

Soleiðis sær fóturin út hjá einum av føroysku landsliðsspælarunum

Gilli Sørensen, sum fyri kortum gjørdist greipu vinnari við AaB, skal eftir øllum at døma skurðviðgerast fyri skaðan, sum sæst á myndini.

 

- Eg bleiv sparkaður niður, tá eg spældi við eykaliðnum mótí FCK. Tað er umleið 10 til 12 vikur síðan. Tú sær væl, at har er ikki alt, sum tað skal vera, sigur Gilli Sørensen, sum í løtuni er heima í summarferiu.

 

Hóast læknin í AaB metir, at Gilli skal skurðviðgerast fyri skaðan, so vónar hann at sleppa undan.

 

- Tað er spell um eg skal undir knív nú, tí “pre-season” byrjar aftur longu 16. juni. Tá var ætlanin at vera 100 prosent til klárur, greiðir ein vónbrotin Gilli frá.

 

Gilli Sørensen spældi sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið móti Gibraltar fyrr í ár. Nú vónar hann, at skaðin ikki kemur at ávirka støðuna hjá honum.

 

- Eg eri ekstremt keddur um støðuna, tí umframt “pre-season” í AaB, so verður landsliðið aftur skjótt, so hattar var nokk tað ringasta, ið kundi henda fyri meg, sigur Gilli Sørensen at enda.

 

Tvøramaðurin vónar at sleppa framat í Føroyum sum skjótast, um hann skal skurðviðgerast.