? Hetta var eitt sera hart maraton. Tað vóru fleiri brekkur móti endanum, og tær vóru tungar, sigur Jorge Matauco, sum var við í maraton renningini leygardagin.
Hann rann teinin við tíðini 4 tímar og 44 sekund. Hann er væl nøgdur við hesa tíðina, tá hugsað verður um brekkurnar og veðrið.
Jorge hevur seinastu árini ferðast í Norðurevropa og luttikið í fleiri maraton kappingum. Hann er úr Baskalandinum í Norðurspania, men hann býr á Mallorka.
? Mær dámar væl at renna maraton í serstøkum støðum, sum onnur ikki fara til, sigur einasti spaniólin í kappingini leygardagin.
Hann hevur runnið maraton í m.a. Kangerlussuaq í Grønlandi, Íslandi, Álandi og á Isle of Man. Hansara frítíðarítriv er at skriva, og hann hevur givið tvær bøkur út. Tær snúgva seg um ferðir hansara kring heimin, og hann fer møguliga at skriva eina bók um ferðir sínar til Føroyar.
Lítil ferðavinna
Jorge Matauco var í Føroyum fyri tveimum árum síðani, og honum dámdi væl. Tí valdi hann at leggja leiðina aftur hendavegin til hesa maraton renningina. Steðgurin hesuferð var stuttur, tí longu sunnudagin fór hann av landinum aftur.
? Føroyar er eitt tað besta staðið at renna maraton. Mær dámar væl landslagið, tær lítlu bygdirnar og tey høgu fjøllini, leggur hann afturat.
Jorge hevur ongantíð runnið í teimum stóru maraton kappingunum í New York, London og Berlin, tí tað eru ov nógv luttakarar, og tað er ikki serliga spennandi at renna inni í einum stórbýi.
? Mær dámar væl í Føroyum, tí ferðavinnan enn ikki hevur fingið fastatøkur á hesum landinum, sigur Jorge, sum sjálvur býr á Mallorka, sum er kend fyri tað stóra talið av ferðafólkið, ið hvørt ár vitjar oynna.