Ein uppgerð frá TAKS um fyribils skattin fyri hetta árið vísir greitt, at Fámjins kommuna hevur havt størsta prosentvísa vøksturin.
Nógvar kommunur hava havt vøkstur í inntøkunum í krónum og oyrum, og tað sama ger seg galdandi í prosentum.
Tann kommunan sum hevur havt størsta vøksturin í prosentum er Fámjins kommuna, sum við sínum 105 íbúgvum hevur ein vøkstur í skatti uppá 17 prosent. Í krónum og oyrum er vøksturin góðar 88.000 krónur frá 516.000 krónum í fjør til 605.000 krónur frá 1. januar til 31. mars í ár.
Hetta er tó ikki einasta kommunan í sunnaru helvt av oyggjunum sum hevur havt stóran vøkstur í inntøkunum higartil í ár. Bæði Hovs, Porkeris og Skúvoyar kommuna hava havt ein skattavøkstur uppá omanfyri 10 prosent.
Hinvegin hevur Tórshavnar Kommuna ikki óvæntað - havt størsta vøksturin í krónum frá 144,6 millónir í januar ársfjórðingi í fjør til 148,3 milliónir í ár. Ein vøkstur uppá slakar 3,7 mió krónur.
Samanlagt eru komnar slakar 8,9 mió meiri inni í skatti higartil í ár. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 2,6 prosent.