Av týdningi at halda fast við røturnar

- Menningin gongur ímóti eini størri globalisering og tá er tað av týdningi at halda fast við sínar røtur og sín samleika, sigur Mikkjal Helmsdal, sum hevur tikið stig til eina verkætlan, har fimtan ungfólk úr Føroyum, av Bornholm og av Álandi gjøgnum filmsmiðilin arbeiða við tí norðurlendska samleikanum.

Norðbúgvar, Oyggjabúgvar er felagsheitið og felagsevnið í norðurlendsku filmsverkætlanini, sum Mikkjal Helmsdal fekk hugskotið til fyri einum ári síðani. Hon gongur út uppá at brúka filmsmiðilin til at skapa samstarv millum ung í ymiskum pørtum av Norðurlondum. Verkætlanin er farin av bakkastokki og fríggjadagin í hesi vikuni savnast allir luttakararnir á Bornholm.

Høvuðspersónarnir í verkætlanini eru fimtan ungfólk í aldrinum 20-25 ár, 5 úr Føroyum, 5 av Bornholm og 5 av Álandi.

- Hesi búgva øll í smáum og lutfalsliga avbyrgdum samfeløgum. Ung hugsa ofta ikki um seg sjálv sum norðurlendskar borgarar, sum føroyingar ella sum bornholmarar, men heldur sum ung, ið eru partur av einum altjóða universellum mentunarumhvørvi. Tankin aftan fyri verkætlanina er at ung fólk hitta onnur ung við ymiskari bakgrund og at tað fær tey at grunda og hugsa meiri um seg sjálvi og sín uppruna. Og tað skuldi filmurin helst avspeglað, sigur Mikkjal Helmsdal, leiðari á verkætlanini.


Størri innlit

Hví júst filmsmiðilin verður brúktur til hesa verkætlanina er partvís tí, at Mikkjal Helmsdal kennir fólk í hesi vinnuni, og tí at filmsmiðilin er væl egnaður til endamálið.

- Tað er í grundini video vit arbeiða við og tað er stórur munur á filmi og video. Tey ungu skulu vónandi fáa nakað burtur úr fakliga. Tey skulu læra at brúka miðilin bæði tekniskt og til at siga eina søgu. Umframt fáa eitt størri innlit í, hvat tað er at vera norðbúgvi samstundis sum tey skapa eitt produkt, bæði filmin og dokumentfilmin, sum verður gjørdur samstundis. Hesin seinni fer at verða vístur fyri eini breiðari áskoðarafjøld í øllum trimum londunum.

- Tað sum kemur burtur úr verkætlanini verður bæði til frama fyri einum avmarkaðum bólki, men eisini fyri einum breiðum ungdómspublikum. Vit vóna sjálvandi og stíla fram ímóti, at úrslitið verður eitt dygdargott avrik, sum fer at seta eitt skump í menningina av lokalum video-verkstøðum í øllum trimum londunum, sigur Mikkjal Helmsdal.

Um tað hevur týdning av varpa ljós á tað at vera norðbúgvi, nú globaliseringin hevur tikið dik á seg, sigur Mikkjal Helmsdal.

- Tað hevur týdning at gera vart við tað norðurlendska, sum er í stórari kapping við alt annað. Fyri 20 árum síðani var tað norðurlendska ein sjálvfylgja, so er ikki longur. Norðurlendska sjónarhornið má kappast ímóti nógvum, menningin gongur ímóti eini globalisering og í hesi menningini er tað av týdningi at halda fast við sínar røtur og sín samleika.


Stórur áhugi

Lýst hevur verið eftir luttakarum í teimum trimum londunum, sum eru við í ætlanini, og áhugin hevur verið stórur. Luttakararnir hava ymiska bakgrund, og stór krøv verða sett teimum.

- Ungfólkini binda seg til at vera við í verkætlanini, til hon er liðug, sigur Mikkjal Helmsdal.

Ein føroyingur, ein álendingur og ein bornholmari verða lærari og vegleiðari hjá teimum ungu samstundis sum teir eisini eru samskiparar hjá hvørjum bólki sær. Føroyingurin er Hans Petur Hansen, myndamaður í Sjónvarpi Føroya, álendingurin er Pitte Tørnroth, filmsleikstjóri, og bornholmarin er Thomas Brandt, myndamaður og leikstjóri. Hann hevur seinnu árini undirvíst í filmslist á ymsum lærustovnum.

Fríggjadagin hittast ungfólkini á Bornholm, har tey fara undir at skriva eitt filmshandrit.

- Allir tríggir bólkarnir hava framman undan fingið boð um at gera nøkur uppskot um eitt handrit. Tey skulu eisini arbeiða uppskotini ígjøgnum, áðrenn tey hittast á Bornholm, til at kunna leggja tey fram fyri hinum. Tá ið vit hittast tosa vit um uppskotini, so taka vit av tí besta ella taka vit tað besta burtur úr øllum og gera eitt nýtt uppskot, sigur Mikkjal Helmsdal.

Á páskum hittast tey í Føroyum, tá ið upptøkurnar verða gjørdar, og síðani aftur á Álandi um mánaðarskiftið juni-juli, tá ið filmurin verður redigeraður og annars gjørdur liðugur. Meðan ungfólkini arbeiða við verkætlanini verður ein dokumentarfilmur gjørdur um sjálva arbeiðstilgongdina.

- Tey ungu koma at kenna hvønn annan rættiliga væl. Tey fara at arbeiða og búgva saman - í alt í ein heilan mánaða. Og tá ið tey ikki eru saman hava tey kortini samband við hvønn annan, sigur Mikkjal Helmsdal.

Verkætlanin verður fíggjað av ymsum stovnum og kostnaðurin liggur um 850.000 krónur, tá ið tænastur og annað eru íroknað. Útreiðslurnar liggja um 600.000 krónur. Nordisk Institut á Álandi, har Mikkjal Helmsdal er leiðari, og Norðurlandahúsið í Føroyum fíggja bróðurpartin. Nordisk Kulturfond, Styringsgruppen for kultur og mediesamarbejde i Norden umframt Styringsgruppen for børn- og ungdomskultur i Norden fíggja eisini.

Sjónvarp Føroya, sum letur útgerð til upptøkurnar í Føroyum, vísir filmin til heystar. Hann verður eisini vístur á TV Åland og TV2 Bornholm, sum letur útgerð til upptøkurnar av dokumentarfilminum.


Føroysku luttakararnir í filmsverkætlanini hittust síðsta leygarmorgun í Sjónvarpi Føroya. Tey eru Katrin Apol, Rúnar Reistrup, Høgni Jacobsen, Martin Simonsen og Elsebeth Justinussen. Hans Petur Hansen er samskipari í føroyska partinum.