Av tekjuni niður í urtagarðin

Eitt nýtt felag bjóðar seg fram at gera smærri arbeiðir innanveggja og uttanveggja hjá fólki. ? Vit ætla at gera smærri arbeiðir fyri fólk - úr urtagarðinum og heilt upp á tekjuna, sigur Mortan Justesen á Morskranesi, sum stendur aftanfyri "Húsa- og Garðsrøkt".

Morskranes: Tú kennir støðuna: Tú eigur eini hús og teimum tørvar smærri ábøtur. Hvørki tú, ella nakar annar í nánd av tær, kann gera hetta.
Tú leitar eftir einum handverkara, men tað ber honum ikki til at gera hetta: Annaðhvørt tímir hann ikki so væl, ella hevur hann úr at gera við øðrum og kanska meiri spennandi uppgávum.
Samstundis stendur tú og hyggur eftir, meðan húsini standa og rópa eftir eini ábót, - ein ábót, sum kann gerast kostnaðarmikil, um arbeiðið ikki verður gjørt rættiliga skjótt.
Ella ? tú eigur ein stóran urtagarð, sum einaferð var vakur og alt angaði av nýslignum grasi og føgrum blómum. Nú er styrkin og áhugin hjá tær ikki hin sami, og ókrútið sær út til at gera sær dælt av hesi støðuni.
Hvat er til ráða at taka? Hvønn skalt tú venda tær til at gera hesa einu uppgávuna, ella at røkja urtagarðin alt árið?
Tað vóru júst hesir somu spurningarnir, sum komu til virkisfúsa Mortan Justesen á Morskranesi. Og hann ynskti at gera nakað við tað.
Hann hevði nevniliga sæð tørvin hjá so mongum øðrum, og ynskti nú at bjóða fram eina tænastu sum eitt slag av húsavørði fyri fólk, fyritøkur og feløg.
Felag hansara kallast "Húsa- og Garðsrøkt", og fer í næstum undir virksemið sítt kring alt landið.

Áhugi kring alt landið
Nú Mortan er til reiðar við tænastu síni, ynskir hann ikki á nakran hátt at leypa framav. Alt verður byrjað við varsemi.
Hann kennir nógv fólk, og hann hevur eisini sagt teimum frá hesi nýggju tænastuni, sum eisini umfatar tær flísarnar, hann sjálvir stoypir á Morkranesi.
Hann hevur ikki enn lýst stórvegis um ætlanirnar hjá felagnum, men kann kortini í dag staðfesta, at áhugin fyri felagnum er vaktur.
-Fólk úr stórum parti av landinum hava longu sett seg í samband við meg. Tey hava ringt úr Havn, Runavík, Norðoyggjum og aðrastaðni í Eysturoynni.
- So nú er klárt hjá okkum at leggja til brots, sigur Mortan.
Ætlanin er bert at gera smærri arbeiðir fyri fólk. Og tí verða slíkar uppgávur sum húsabygging og líknandi ikki partar av virkseminum í Húsa- og Garðsrøkt.

Inni og úti
Tá ein tosar um bygdina Morskranes so verður hon neyvan sett í samband við ídnaðarøki, vinnumøguleikar og ídnað.
Tú hevur koyrt gjøgnum Strendur og ert farin um Eystnes, og nú liggja tríggjar bygdir fyri framman. Tann mittasta teirra er Morskranes.
Fyri mong er hetta helst at meta sum ein sovibygd, har neyvan nógv virksemi er at hóma.
Men her finst kortini hetta felagið við tí rættiliga breiða og umfatandi navninum "Húsa- og Garðsrøkt". og Mortan Justesen ætlar kortini, at hetta felagið skal liva upp til sítt navn:
-Endamálið við hesum felagnum er at kunna veita fólki ymiskar smærri húsatænastur.
-Vit ætla tí at bjóða fram eitt tilboð til fólk, sum fevnir um snøgt sagt øll smærri arbeiði innanveggja og uttanfyri: Bæði máling, velting, elarbeiði, tapetsering og mangt annað, sigur Mortan.
Umframt hesar tænasturnar so hevur hann í eina tíð havt eitt lítið virki, sum hevur framleitt flísar til urtagarðar, og er hetta virkið eisini ein partur av tilboðnum til fólkið.
Hann hevur gjørt ymsar royndir við hesum flísunum, og fólk hava tikið væl ímóti teimum.
-Vit hava roynt at leggja okkum eftir at gera arbeiðið so væl og so bíligt sum gjørligt, samstundis sum fólk eru við til at stuðla føroyskari arbeiðsmegi, sigur Mortan.

Á rættari leið
Hetta felagið á Morskranesi er rættiliga nýtt, og hevur enn ikki lýst so nógv og hevur í aðrar mátar ikki gjørt nógv vart við seg fyri almenninginum.
Teir hava kortini havt lýsingar í dystarbløðunum, sum hondbóltsfelagið á Strondum ? StÍF ? hevur givið út í sambandi við heimadystir sínar.
Hóast hesa spøku byrjanina, so er kortini líkt til at fólk kring landið hava givið hesum felagnum gætur. Tí Mortan hevur longu nú fingið bíleggingar úr stórum pørtum av landinum.
- Hetta gevur okkurt mót til at halda fram. Og gevur okkum eisini hug til at halda fram, tí vit soleiðis fáa at vita, at vit eru á rættari leið, sigur Mortan Justesen.
Tá sagt verður "vit", so leggur Mortan dent á, at hann fyri sovítt er einsamallur í felagnum. Men eru aðrar uppgávur, enn hann sjálvur megnar, so hevur hann avtalur við aðrar menn um at hjálpa til í arbeiðinum.
Teir hava í eina tíð arbeitt við at fyrireika hesa tænastuna, og vænta, at teir fara til arbeiðis av álvara um ein mánað ella so.

Húsavørður
Tað er sjálvandi altíð ilt at meta um, hvør fer at gera nýtslu av tilboðnum frá Húsa- og Garðsrøkt. Men Mortan væntar, at serliga eldri fólk fara at gera brúk av tí.
Í mongum húsum eru ofta smærri uppgávur at loysa, og er eingin handverkari í húsinum ella í familjuni, so er neyðugt at fara til aðrar.
Støðan er her mangan, at trupult er mangan at fáa fatur á einum handverkara, meðan aðrir als ikki tíma so væl at gera slíkar smærri umvælingar og ábøtur á hús. Tí kunnu hesi arbeiði gerast rættiliga kostnaðarmikil hjá fólki.
Summastaðni hava fólk ein rættiliga stóran garð, sum sjálvandi krevur røkt ein stóran part av árinum. Tey makta ikki hetta, og tí hevur hetta nýggja felagið eisini ein møguleika at gera slík arbeiði fyri fólk.
- Tað er tí kanska rættast at siga, at okkara felag fer at virka sum ein pedel-tænasta, sum fevnir bæði um garðin og tekjuna hjá fólki, sigur ein bjartskygdur Mortan.
Ein annar partur av tilboðnum hjá Mortani er at virka sum húsavørður á støðum, har ein hevur brúk fyri einum slíkum, men har ein kanska ikki hevur ráð at hava ein slíkan í fulltíðar starvi.
Her kunnu so virkir og stovnar, sum vilja hava bygningar sínar hildnar viðlíka, gera brúk av tænastuni hjá Húsa- og Garðsrøkt á Morskranesi.

Gera sum mest sjálvur
Ein spurningur, tá ein fer undir slíkt virksemi, er altíð: Hvagani kom hetta hugskotið við flísunum?
-Hetta er ikki nakað kollveltandi hugskot sum so. Eg arbeiddi á skipasmiðjuni á Skála í mong ár, men gavst so, tí eg hevði hug at royna okkurt annað.
-Eg sá, at eingin annar framleiddi flísar í Føroyum. Og hetta var tí ein upplagdur møguleiki at bróta upp úr nýggjum, sigur Mortan um hesa ætlanin, sum nú verður víðkað við tí nýggja tilboðnum.
Tann handverksliga partin av tænastuni er í góðum hondum hjá Mortani, men annars verður hann væl stuðlaður av øðrum handverkarum, sum fara at hjálpa honum í arbeiðinum.
Hann hevur longu gjørt avtalu við eitt elvirki, og er talan um størri timburuppgávur eru menn til taks at arbeiða eisini í hesum.
-Annars ætli eg mær at gera sum mest sjálvur, sigur Mortan.