Tónleikur
Vitjanin hjá danska bólkinum er komin í lag í samstarvi millum Tórshavnar Musikkskúla og Norðurlandahúsið. Tey níggju vitja Tórshavnar Musikskúla í døgunum 26.-30. apríl, har tey halda tónleikaverkstaðir við fyrst og fremst næmingum, ið ganga á miðnámskeiðnum hjá Musikkskúlanum.
Tónleikurin hjá Cordelia fevnir víða, og byggir m.a. á margfaldni í limunum í bólkinum. Tey níggju hava sera ymiskar royndir við sær í bólkin. Her er talan um fólk, sum hava arbeitt við klassiskum tónleiki, jassi, popp-rokki, fólkatónleiki, tango og mongum øðrum. Ummælarar hava lýst tónleikin sum eitt nú, avantgarde popp, kabaret-tónleikur og ambitiøsur strúkara jassur.
Í vár ferðast Cordelia kring Norðurlond og sostatt gongur leiðin eisini til Føroyar. Stuðlað konsertferðini hava Nordisk Kulturfond, Dansk Jazzforbund, Dansk-Færøsk Kulturfond og Mentanargrunnur Landsins.Á konsertini sunnudagin luttaka teir næmingarnir, sum hava luttikið á verkstaðnum, tey eru Andreas T. Restorff , Anna Katrina Olsen, Bárður R. Poulsen, Benjamin Petersen, Búgvi J. Magnussen, Greta Svabo Bech, Heiðrun Petersen, Ingmar B. Mikkelsen, Jákup Lützen, Konni K. Jacobsen, Mia Káradóttir, Niklas Mouritsen, Pól Nolsøe Jespersen. Workshoppen afsluttes søndag eftermiddag kl. 16.00 med fælleskoncert i Nordens Hus.
Til ber at vitja Cordeliu á heimasíðuni hjá bólkinum: cordelia.dk ella á myspace.com/cordeliasongs