Ávara ímóti villum kaninum Føroyum

Kaninur, sum sleppa leysar, kunnu verða til óbótaligan skaða fyri føroysku náttúrina

 

 

- Tá ið menn vóru og skutu harur í Havnardali herfyri, varð eisini ein kanin við í fonginum.

 

Tað staðfesta tey á Søvnum landsins.

 

Tey siga eisini, at hetta er ómetaliga órógvandi, at kaninur eru í haganum.

 

Tey siga, at kaninin, sum varð skotin í Havnardali, er ikki fyrsta kaninin, sum hevur reikað í einum føroyskum haga.

 

- Náttúrugripasavnið hevur frætt um aðrar kaninir uttangarðs í Streymoynni, Eysturoynni og Suðuroynni.

 

- Eisini hevur ein verið at sæð í lundalandi í Mykinesi.

 

Á Náttúrugripasavninum eru tey sera ørkymlað av at hoyra um kaninir í føroysku náttúruni.

 

- Tær hoyra ikki heima her, og fara tær at nørast, kann roknast við skaða á okkara djóra og plantulív.

 

Kanin kann nørast í føroysku náttúruni. Tað gjørdur tær í Froðbiarnípu og Trongisvági í 1800-talinum, men tíbetur hvurvu tær aftur.

 

- Í Íslandi eru tær farnar at nørast í fleiri støðum, og har gera tær skaða bæði í náttúru og í gørðum.

 

- Tær verða mettar sum ein hóttan fyri lundastovnin í Vestmannaoyggjunum.

 

- Umframt at vera til skaða fyri lundalond í Skotlandi, hava kaninir eisini gjørt skaða á fornminni og elvt til skriðulop har.

 

- Í Avstralia eru tær nú heilt bannaðar, og har verður mett, at tær gera skaðar fyri milliardir á hvørjum ári.

 

Kaninur eru fitt kelidjór, men tá tær sleppa út í náttúruna, eru tær ikki kelidjór longur.

 

Søvn Landsins vísa á, at tað er ásett við lóg, at einki djóraslag, ið ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann sleppast út.

 

- Hetta umfatar eisini tær kaninur, ið fólk hava, og sum ofta reika leysar ímillum húsini.

 

- Eigarin brýtur lógina, tá ein kanin fer út í náttúruna – eisini tá ið hon er rýmd úr búri og tað kann verða revsað við bót.

 

Vill kanin minnir um haru, men hevur styttri oyru og styttri bakbein, og tær hava ikki somu myrku blettir á hala og oyru.

 

Men tær kaninir, ið vit kunnu vænta at síggja her, líkjast ikki heilt teimum villu kaninunum.

 

Støddin er misjøvn og tær hava ofta hangandi oyru og eru øðrvísi littar. Tey stuttu bakbeinini er helst besta eyðkennið.

 

Annars frætta tey á Náttúrugripasavninum fegin frá fólki, ið hevur sæð kaninir uttangarðs.