Avaras hevur seinastu trý árini búð í heimlandinum, men fer nú at hjálpa sínum fyrrverandi felagi í Suðuroynni, sum er í svárum niðurflytingartrupulleikum.
Við sær hevur hann 21 ára gomlu Migle, sum ætlandi skal verða við til at vinna liðið av aftasta plássinum.
Avaras fær sín elddóp sum venjari sunnudagin, tá VB vitjar Neistan. Tað er greitt, at Migle ikki verður við í hópinum. Vágskvinnur hava tvey stig upp til nærmasta kappingarneytan, VÍF.
Gurið Mortensen hevur staðið við stýrisvølin hjá VB higartil í hesum kappingarárinum. Hon er farin frá vegna barnsburð.