Ávaring Ávaring Ávaring

Til Løgtingið, landsstýrið, løgfólk, farsóttarnevnd og aðrar myndugleikar og ráðgevar innan koronuhandfaring

Vandi er á ferð, um vit aftur senda okkara ungdóm í isolatión og taka teirra sosiala lív burtur.

 

Depressión og ótti er ein goymd pandemi, sum kastar seg yvir okkara ungdóm.

 

Sjálvmorð er alt meira vanligt, sum loysn.

 

Sjálvmedicinering er í vøkstri millum okkara ungdóm.

 

Skúlaaftran og aðrar óhepnar royndir at bøta um støðuna økist.

 

Størsta orsøkin er mest hugsandi einsemi, einsemiskenslan og kenslan av meiningsloysi.

 

Góði løgmaður og øll tit sum valda

 

Tíðin er komin har neyðugt er fara frá einum 'einoygdum' sjónarvinkli, har bert fokus er á at verja sárbar móti corona.

 

Tíðin er komin til at fáa eitt víðsýn, har onnur vandamál eisini koma inn í sjónaringin.

 

Hetta skrivið snýr seg um eitt vandamál, sum er serliga neyðugt at taka við inn í myndina: SÁLARHEILSUNA HJÁ UNGDÓMI OKKARA

 

Góða Landsstýri og Løgfólk

 

Eg vildi ynskt, at nøkur tilmæli verða gjørd har:

 

Ungdómurin far ein felagsskap at virka í

 

Ungdómurin verður stuðulur í síni menning sum sosial menniskju

 

Ungdómurin sær meining eisini fyri seg

 

Tíðin er komin, har vit muga seta átøk í verk, sum minka um mest hóttandi farsóttina  ótta og depressión sum herjar millum børn og ung.

 

 

 

Við hávirðing

 

Helgi Rasmussem

 

Cand. psych.

 

Specialist í organisasjónspsykologi