Ávaring: Tilgjørdar nakinmyndir á netinum

Løgreglan ávarar nú um nakinmyndir á internetinum

Savnsmynd

– Tíverri hevur Føroya Politi seinastu tíðina fingið fleiri fráboðanir um, at tilgjørdar nakinmyndir eru lagdar út og deildar á sosialum miðlum, skrivar løgreglan í áheitan, sum er sendi fjølmiðlunum.

– Føroya Politi skal minna á, at tað er revsivert at leggja út og deila nakinmyndir av fólki, sum ikki hava givið samtykki til tess. 

– Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum, skrivar løgreglan.

 

Savnsmynd