Hvussu eru útlitini fyri føroyska búskapinum. Hetta er evnið í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag. Tað er Óli Breckmann sum skipa fyri kjakinum og tey, sum kjakast um hetta saman við honum, eru Eyðgunn Samuelsen, samfelagsfrøðingur og tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, Hjørdis Gaard, búskaparfrøðingur og sjálvstøðugt vinnurekandi við føritøkuni Movera, og Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum.
Óli Breckmann vísir á, at í síni seinastu frágreiðing, fegnast Búskaparráðið um gongdina í Føroyum. Men samstundis ávarar ráðið um, at á summum økjum er gongdin skeiv.
Búskaparráðið fegnast um, at - Vøksturin í búskapinum í ár verður 4,6% og næsta ár 4,3% í 2015. - Rakstrarhallið hjá landskassanum minkar.
- Færri fólk verða á arbeiðsmarknaðinum til at forsyrgja fleiri pensjónistum og gomlum á ellisheimum. |
Óli Breckmann staðfestir, at longu í ár hevur samgongan álagt alifeløgunum, uppsjóvar- og flakatrolarunum einar 200 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi umframt skatt av avlopi, útgoldnum lønum, o.s.fr.
- Búskaparráðið ímyndar sær, at vanlig botnfiskaveiða undir Føroyum kann geva hinum almenna nógv meiri í tilfeingisrentu enn nú, bara skipatalið verður minkað, so at skipini fáa størri veiði í part, størri inntøku, avlop, og landskassin harvið lut í hesum avlopi, sigur Óli Breckmann í upplegginum til kjakið í dag.