Størsi inntøkufilmurin nakrantíð fær tveir eftirkomarar. James Cameron greiðir frá, at Avatar 2 og 3 kunnu síggjast í framtíðini, skrivar dr.dk.
Hóttanin frá menniskjum verður eisini at síggja í nummar tvey, sigur Cameron. Næsti filmurin kemur tó at fara fram undir vatni á Pandora.
Leikstjórin vil ikki greiða frá meira beint nú, men hann sigur, at tá næsti filmurin kemur á gøtuna, so kemur nummar trý ikki leingi aftaná.