Tríggir hondbóltsdystir hjá kvinnum vera um vikuskiftið.
Í Klaksvík hittast tveir av fremstu avbjóðarunum hjá VÍF til gullið í ár. Stjørnan og VB hava vunnið allar sínar dystir í ár uttan ein. Bæði liðini hava tapt móti VÍF, og nú fæst ein ábending um, hvat av liðunum er sterkari í hesum árinum.
Bæði hjá Stjørnuni og VB eru útlendingar profilar. Hjá Stjørnuni er Simona Dzuigyte toppskjútti, meðan Gabriella Fekete hevur verið drúgv í málskjótingini hjá VB higartil.
Dysturin millum Stjørnuna og VB verður í KÍ-høllini leygardagin kl. 15.00
VÍF í Havn
Oddaliðið hjá kvinnum, VÍF, fer sunnudagin til Havnar at spæla ímóti Neistanum. VÍF hevur vunnið allar sínar dystir í ár, meðan Neistin hevur tapt fyri Stjørnuni.
Tað er nógv, sum bendir á, at VÍF hevur sterkasta kvinnuliðið aftur í ár, men seinasta vikuskiftið fingu tær harða mótstøðu frá Stjørnuni.
Neistin og VÍF spæla á Hálsi sunnudagin kl. 14.30.
Seinasti dysturin hetta umfarið verður í Havn leygardagin kl. 14.30. Tá fara Kyndil og StíF at spæla. Kyndil hevur vunnið ein dyst í hesum árinum, meðan StÍF framvegis eigur fyrsta stigið til góðar.