A. Guttormur Djurhuus
-----
Fleiri sløg av avbyrging og einsemi
Orsøkirnar til persónliga avbyrging og einsemi kunnu vera so mangar. Tað kann vera at viðkomandi sjálvur hevur avbyrgt seg og vil vera í einsemi og djúphugsa, meditera. Tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir til sjálvbodna avbyrging og einsemi. At ein vil hava frið eina tíð. Sjálvboðin avbyrging og einsemi er ikki neyðturviliga í sjálvum sær ein trupulleiki og kann vera við til at styrkja persónmenskuna.
Ósjálvboðin avbyrging
Annað er við ósjálvbodnari avbyrging og harav standandi einsemi. Orsøkin kann vera at vinir og kenningar eru farnir. Sjúka ella avlamni ger at ikki slepst út fyri dyr. At orkan at halda sosiala netverkið við líka er farin, fyri bert at nevna nøkur dømi. Ósjálvboðin avbyrging og einsemi er nívandi fyri bæði sál og likam, og kann hava oyðandi avleiðingar við sær.
Ein fangi kann verða avbyrgdur í fongslinum av eini ella aðrari orsøk, og kann tá, um sálarstyrkin ikki er nóg stór, taka skaða fyri lívið, og verður í nógvum londum tí ikki brúkt, annað enn í serstøkum førum, og tá í avmarkaða tíð. Danmark hevur í mun til nógv onnur lond, eina liberala lóggávu á hesum øki, og hevur eisini fingið átalu frá mannrættindadómstólinum fyri, at fólk í varðveitslu hjá løgreglu og fongslum, alt ov ofta verða avbyrgd og at tey sita alt ov leingi avbyrgd. Í flestu førum hevur avbyrgingin ongan týdning fyri at greiða brotsmál, og kann man tí siga at avbyrgingin verður brúkt sum eitt slag av píning. At gera viðkomandi moyran. At nýta píning í arbeiðnum at fáa fólk á beint aftur, sum eru komin illa fyri, ella fyri at fáa tey at samarbeiða við lógregluna, er lítið sømiligt, og Danmark, sum er millum mest mentaðu tjóðir, skuldi sum skjótast sloppið sær burtur úr hesi átaluverdu støðu.
Menniskjan ein sosialur skapningur
At menniskjan er ein sosial vera og hevur tørv á sambandi við onnur fyri at mennast og trívast eru nógv prógv um. Nýføðingar sum ikki hava mammu, ella sum hava mammu, sum lítið ella einki brýggjar seg um teir, verða seint mentir, og verða ongantíð so væl fyri sum teir sum hava eina mammu ella surrogatmammu, sum er um teir og tekur sær av teirra sosiala tørvi. Tað sum verður mist í byrjani av lívinum og undir uppvøkstrinum, er ringt at vinna innaftur sum tilkomin.
Familjan partur av netverkinum
Fyrr var familjan sjálvsagdur partur av netverkinum hjá hvørjum einstøkum av okkum. So er ikki í dag. Familjukenslan er viknað og røkkur styttri, og familjurnar eru smærri. Og so er tað at vit hava ikki stundir at hava samband við okkara nærmastu. Hóast stytta arbeiðstíð hava vit verri og verri tíð. Tað er so mangt, sum dregur. Egin børn, eftirútbúgving, undirhald og at vera upp to date. Og so verður eingin tíð eftir til restina av familjuni.
Tøkni góð hjálp
Nýmótans tøkni kann bøta nakað um kensluna av einsemi og ger tað eisini. Sjálvur minnist eg, hvussu glað mamma mín var fyri sjónvarpið, men eg ivist í, um hon hevði maktað eina teldu. Altíð krevur tað ávísan førleika at kunna handfara tøknina, førleika at lesa symbol á knappaborði ella á einum fjarstýrara. Á jólum upplivdi eg eldri konu, sum fekk ein DVD-spælara frá soninum í jólagávu. Hann setti tólið til sjónvarpið og kannaði eftir at alt riggaði sum tað skuldi. Annan dagin eftir kravdi hon, at riggað varð av aftur. Hon maktaði ein fjarstýrara, men ikki tveir. Daglig leiðbeining í nakrar dagar hevði helst hjálpt, men tað hevði einki av børnunum hug ella stundir til, Tað sama er við alnótini. Hvussu nógv, sum sita avbyrgd í einsemi, hava orku at fáa sær teldu og at seta seg inn í at brúka hana á alnótini? Tað munnu vera tey fægstu.
Hvøkk av avbyrging
At menniskjan er sosial og at henni dámar væl at liva í bólkum vita vit. Har gongur sjón fyri søgn. Hvat hendir so tá hon verður avbyrgd og noyðist at liva í einsemi? Frá Grønlandi kenna vit fyribrigdi “polarkuller”, sum var vanligt millum danir sum arbeiddu í Grønlandi. Teir toldu ikki avbyrgingina og einsemið, og gjørdust løgnir á ymiskan hátt. Føroyingar toldu hetta fremmanda umhvørvið nógv betur. Helst tí at teir ofta komu frá smáplássum og eisini tí at teir vóru vanir við avbyrging umborð á skipum. Sama er við “tropekuller” og mentanarskelki. Her er avbyrgingin tó meira mental enn fysisk. Tú skilir einki av umhvørvinum, hvørki mál ella mentan. Tú kennir teg uttan fyri og púra einsamallan. Kenslan kann vera rættuliga óheimlig, og hevur tú ikki eina sterka psyku, kanst tú skjótt missa fótafestið.
Ta einu ferðina eg var í Guinea Bissau segði svenski sendimaðurin har mær frá einum svenskum antropologilesandi, antropologi er mannfrøði, sum hevði avrátt at búgva saman við teimum inføddu í eina tíð á fjarskotnum plássi. Hetta sum partur av lesnaðinum. Teir frá umboðsstovuni mistu sambandið við mannin og fóru at sóknast eftir honum. Tá teir eftir nøkrum mánaðum aftur fingu samband við hann, var hann púra fyri ongum. Bæði sálarliga og kroppsliga niðurundirkomin.
Vitjanarbólkur
kann hjálpa
Úrmælingar eru, men fyri flestu okkara er tað lívsumráðandi at hava eitt net av sosialum sambondum, fyri at geva lívinum meining og at gera tað vert at liva. Annars missa vit lívsneistan, og uttan hann kann vera stutt til endan. Ein týdningarmikil partur av hesum lívsneyðuga sosiala netverki er vitjan av familju, av vinum og av sjálvbodnari vitjunartænastu. Og her kann vitjanarbólkurin hjá Reyða Krossi hava týðandi leiklut at veita hesum fólkum, sum sita avbyrgd í einsemi, linna og størri lívsgóðsku.